Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Søgurnar eru her!
    Í Skopun situr filmslistarmaðurin Sakaris Stórá. Hann heldur ikki, at neyðugt er at fara av oynni at gera film. Tvørturímóti er ógvuliga umráðandi hjá honum at vera staddur í heimbygdini, tá hann arbeiðir. Her fær hann friðin at hugsavna seg.
    Í kjallaranum heima við hús hjá foreldrunum hevur hann sítt arbeiðsrúm. Her situr hann og skrivar søgurnar til sínar filmar og klippur upptøkurnar saman. Sandoyggin er eisini pallurin í báðum seinastu filmunum hjá Sakarisi. Upptøkurnar eru gjørdar í Skopun og har um vegir.
    - Mær nýtist ikki at fara til Havnar ella av landinum, tá ið filmsupptøkur skulu gerast, tí søgurnar eru allastaðni - eisini her í Skopun, sigur filmsleikstjórin.
    Í sendingini hitta vit 28 ára gamla Sakaris Stórá, sum man vera tann einasti í Føroyum, sum hevur filmslistina sum sítt dagliga yrki. Sakaris hevur higartil gjørt fýra stuttfilmar. Teir báðir seinastu, Summarnátt (2012) og Vetrarmorgun (2013) eru gjørdir í Sandoynni.
    Suni Merkistein og Hallur Thomsen hava lagt til rættis.
    35 min
  • Tá heilin órógvar
    Føroysk sending um epilepsi. Einir 500 føroyingar liva eitt lív við herðindum. Summi við nógvum og títtum herðindum, onnur við knapt so nógvum.
    Í hesi sendingini hitta vit Karis í Liða, Aðalstein Magnusson og Mary-Ann Zachariassen, sum øll hava epilepsi á hvør sínum stigi.
    Lagt tilrættis: Solby Christiansdóttir.
    45 min
  • Tollmálið
    Sjónvarpssending, ið varpar ljós á sonevnda tollmálið, har handilin hjá Jørgen Niclasen í fleiri ár seldi hundraðtals sendingar av ótollaðum vørum
    1 hr 7 min
  • Føroyski jarnmaðurin
    30 ára gamli Guðmundur Joensen úr Havn íðkar triathlon á professionellum stigi. Síðani 1. januar í ár hevur hann verið í farloyvi og satsar alt upp á ítrótt.
    Guðmundur hevur sett sær fyri, at hann skal verða millum teir bestu í heiminum. Solby Christiansdóttir og Jens Jákup Hansen leggja tilrættis.
    30 min
  • Upp á fingurin
    Sjey mans hava sett sær fyri at klintra upp á toppin á Trøllkonufingri. Ein drangur, sum stendur í útsynningshorninum í Vágum og er 313 metrar høgur.
    Fleiri sagnir og søgur eru knýttar at Trøllkonufingri, og tí er eitt sindur ógreitt, um nakar nakrantíð áður hevur rokkið toppin á dranginum. Vit fylgja serliga feðgunum, Herman og Absalon Eysturoy, sum saman við øðrum, hava tikið stig til hetta bragdið.
    Lagt tilrættis: Solby Christiansdóttir og Jónfinn Stenberg.
    54 min
  • Tónar og talent
    Sendingin lýsir kappingina og eisini sjálvan spenningin undir finaluni. 
    Lagt til rættis hava Ivan Hentze Niclasen og Barbara Samuelsen.
    51 min
  • Úr útlendskum í føroyskt
    Hetta hevur við sær, at tey sjáldan kunnu brúka sínar førleikar til fulnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í hesi magasin-sendingini verður tosað við tríggjar tilflytarar, sum allir máttu skifta yrkisleið, tá teir fluttu til Føroyar. Lag til rættis: Ivan Hentze Niclasen.
    36 min
  • Onki er óført
    Vit hava vitjað 42 ára gamla Dánjal Magnussen av Oyrabakka, sum misti annað beinið í skotóhappi í 2002, 69 ára gomlu Káru Heinesen av Strondum, sum misti høgra arm í arbeiðsóhappi fyri 50 árum síðani og 4 ára gamla Øssur Ábraham Bjarnason av Viðareiði, sum er føddur uttan armar.
    Felags fyri hesi trý er strembanin eftir at liva eitt vanligt lív, hóast tey bera brek. Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir.
    32 min
  • LS - søgur av einum sjúkrahúsi (4:4)
    Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi.
    Í fjórðu sending eru vit millum annað á barnadeildini, á skurðdeildini og á skaðastovuni. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.
    33 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners