Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • LS - søgur av einum sjúkrahúsi (3:4)
    Gev gætur: Sendingin er óhóskandi fyri børn
    Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi.
    Í triðju sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.
    35 min
  • Tá tann sterkasti yvirlivir
    Tað er dýrt at byggja nýggj fjós, og summir bóndur eru so illa fyri, at teir noyðast at gevast. Við virknari vinnutólum fara nakrir bóndur at leypa av.
    Lagt til rættis: Karolina Thostrup.
    38 min
  • LS - søgur av einum sjúkrahúsi (2:4)
    Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í aðru sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini.
    Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.
    34 min
  • LS - søgur av einum sjúkrahúsi (1:4)
    Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi.
    Í fyrstu sendingini eru vit millum annað á krabbameinsdeildini B6, hjartadeildini B8 og barnadeildini B5. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.
    39 min
  • Forvitin er fegin

    Á Vísindavøkuni 2013 vístu stovnar og granskarar á, hvussu man granskar, og hvat tey granska í. Vit vóru við á Vísindavøkuni og vitjaðu basarnar, og eisini hava vit vitjað tríggjar granskarar og hugt at, hvussu og hvat tey granska.

    27 min
  • Seg lágt yvir hav
    Í mai í ár vóru Torbjørn Joensen úr Kollafirði og nógvir aðrir gamlir trolaramenn ymsa staðni úr Føroyum við á einum trolaracruise í Íslandi, har teir í hugaheiminum vórðu fluttir aftur til tíðina við gomlu síðutrolarunum, ið komu til landið miðskeiðis í seinastu øld.
    Ferðalagið vitjaði millum annað eitt trolarasavn á Norðfjørðinum. Hallur E. Thomsen og Tórður Mikkelsen vóru við á ferðini og hava gjørt sendingina.
    36 min
  • Við eitt sindur av hjálp..
    Ungar gentur í Føroyum eiga fyrr børn enn genturnar í flestu grannalondunum, og tær fáa eisini fleiri børn. Nógvar ungar mammur og pápar vilja sleppa at útbúgva seg, men hava torført við at klára seg fíggjarliga.Lagt til rættis: Karolina Thostrup
    37 min
  • Savnari og eldsál
    Mads Nørgaard Nielsen í Klaksvík eigur eitt ótal av gomlum 78-plátum. Hann hevur serligan áhuga fyri tónleikinum frá hesi tíðini, og hann veit nógvar søgur í sambandi við tónleikin.
    Hans Eli Sivertsen á Argjum hevur eitt stórt savn við firvaldum, og harafturat hevur hann eisini eitt stórt fuglasavn. Nú arbeiðir hann á Føroya Sjósavni, og har kemur hansara áhugi fyri náttúruni eisini til góðar.
    Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen og Bjarni Árting Rubeksen.
    35 min
  • Eg geri, sum eg vil
    Tróndur Patursson, listamálari arbeiðir hvønn dag við síni list heima í smiðjuni í Kirkjubø, í atelierinum á Skipasmiðjuni í Havn ella uttanlands. Hann málar, brennir glas, hongur framsýningar upp og arbeiðir alla tíðina við fleiri verkum. Stundum er hann heima, stundum ferðast hann. Sendingin er ein vangamynd av Tróndi Paturssyni.
    Lagt til rættis: Karolina Thostrup
    50 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners