Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Tá talvkongurin vitjaði
    Salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur, tá ið Kasparov telvaði simultan móti føroyska landsliðnum. Dagin fyri hevði hann vunnið 24-1 á einum føroyskum úrvalsliði á Norðoyastevnu. Unglingaføroyameistarin, Hans Kristian Simonsen, koppaði óvæntað heimsins besta í stóru simultankappingini í Klaksvík. Hóast Kasparov hevði vunnið spælandi á sterkum landsliðum í líknandi simultandystum sum í Norðurlandahúsinum, var føroyska landsliðið kortini ment at geva honum harða mótstøðu og fáa heiðurligt úrslit móti talvkonginum. Í sendingini síggja vit upptøkur frá dystinum í Norðurlandahúsinum, sum ongantíð hava verið vístar. Vit hitta í sendingini millum annað telvarar, fyriskiparan og mentamálaráðharran. Mentamálaráðharrin sníkti seg móti læknans boðum av deild 8 á Landssjúkrahúsinum, har hann var innlagdur við blóðtøppi, so hann fekk høvið at hitta og telva móti Garry Kasparov. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.
    49 min
  • Barnaheimsbørn (2:2)
    Barnaheimsbørnini fingu mat og klæðir og tak yvir høvdið, og fleiri knýttu tætt bond til starvsfólk. Men trupla lívsbyrjanin og uppvøksturin við nógvum børnum og skiftandi starvsfólkum settu síni spor.
    Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Karolina Thostrup.
    53 min
  • Barnaheimsbørn (1:2)
    Barnaheimsbørnini fingu mat og klæðir og tak yvir høvdið, og fleiri knýttu tætt bond til starvsfólk. Men trupla lívsbyrjanin og uppvøksturin við nógvum børnum og skiftandi starvsfólkum settu síni spor.
    Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Karolina Thostrup.
    56 min
  • Tíðin er, sum hon er
    Men tað ber væl til at hava eitt gott lív, um tú kemur heilt langt upp í árini. Tað eru tey trý fólkini, vit hitta í hesari sendingini, dømi um. Tey eru í aldrinum millum 92 og 104 ár. Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen
    47 min
  • Streingir, ið tóna
    Lagið smíðaði Petur Alberg í Havn árið eftir. Føroyingar fingu alt fyri eitt tokka til sangin, og tá ið Føroya Fólks Sangbók á fyrsta sinni kom út í 1913, stóð sangurin fremst í bókini. "Tú alfagra land mítt" hevur kortini ongantíð fingið formligt gildi sum almennur tjóðsangur. Í nógv ár høvdu "Tú alfagra land mítt" og "Eg oyggjar veit" støðu sum føroyskir tjóðsangir á jøvnum føti, men sum frá leið vann "Tú alfagra land mítt" á hinum. Í sendingini »Streingir, ið tóna«, verður sagt frá um tjóðsangin og menninar, ið gjørdu hann fyri meira enn hundrað árum síðani.
    58 min
  • Allah er stórur
    Hvussu er tað at vera muslimur í Danmark, Evropa og vesturheiminum í eini tíð eyðkendari av samanstoytum og fremmandagerð?
    Sendingin hittir tveir føroyskar muslimar í Keypmannahavn fyri at hoyra, hvussu tey uppliva heimin anno 2012. Lagt til rættis: Heini í Skorini.
    47 min
  • ... og havið tók
    Í mun til til fólkatalið, hevur ongin onnur tjóð í heiminum mist so nógv fólk á sjónum, sum Føroyar. Í sendingini verður greitt frá trimum vanlukkutilburðum í føroyskari sjósøgu, ið hóast teir eru ymiskir, allir hava tann sama lemjandi missin við sær.  Lagt til rættis: Jóannes Lamhauge.
    45 min
  • Betongbygdin
    Sendingin »Betongbygdin« er eitt samanklipp av upptøkum, ið vórðu gjørdar 19. til 23. mai í 2012, sum lýsir, hvussu føroyingar búleikast í Dalslandsgade 8 á Amager í Keypmannahavn.
    Lagt til rættis: Pætur M. Dahl.
    37 min
  • Tann bleyti bodybuildarin
    Gunnar Hjelm er ein viljasterkur persónur. Hann hevur sett sær fyri at koma við í finaluna í DM í bodybuilding, hóast tað nú eru liðin 15 ár síðani seinast. Men nógvar eru forðingarnar á vegnum. Lagt til rættis: Bjarni Rubeksen.
    36 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners