Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Eg vil ikki krógva tað!
    Hvørt ár eru millum 700 og 800 føroyingar í viðgerð á psykiatriska deplinum á landssjúkrahúsinum. Summi verða innløgd á opnari deild, onnur á stongdari deild, og uppaftur onnur koma í viðgerð uttan nakrantíð at flyta inn í gráu bygningarnar. Hví endaði ungi maðurin her úti? Hví ganga sálarfrøðingar til sálarfrøðing? Hví koma summi ikki út aftur í samfelagið? Og hvat sigur man við eitt menniskja, sum umhugsar sjálvmorð? Lagt til rættis: Heini í Skorini.
    47 min
  • Í læru til lívið (2:2)
    Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar. Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum.  Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búgva har og fylgja teimum í gerandisdegi teirra. Fotograferað og klipt: Bjarni Árting Rubeksen  Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Bergljót D. Hentze
    34 min
  • Í læru til lívið (1:2)
    Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar.
    Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum.  Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búgva har og fylgja teimum í gerandisdegi teirra.
    Fotograferað og klipt: Bjarni Árting Rubeksen. Lagt til rættis: Bjarni Árting Rubeksen og Bergljót D. Hentze
    33 min
  • Brandfellurnar
    Føroyskt dokumentarsending um ein av størstu sorgarleikunum í Føroyum, tá trý børn lótu lív í eldsbruna 7. mars 2006
    27 min
  • Tá ullin dansar
    Føroyska sniðgávu-duoin Guðrun & Guðrun hava seinnu árini tikið seg nógv fram innan mótaheimin. Tær arbeiða í løtuni við eini spennandi pallbúnaverkætlan í New York saman við navnframa koreografinum og listamanninum Stephen Petronio.  Vit fylgja teimum í arbeiðsdegi teirra, og fáa eina smakkroynd av hvussu tað er at snúgvast millum størri fiskar á einum altjóða mótapalli. Samstundis verður hugleitt um Føroyska bindimentan, hvar tann Føroyski samleikin, og hvar føroyingurin sjálvur passar inn í alt hetta.  Lagt til rættis: Jóannes Lamhauge
    37 min
  • Leik og lærd
    Mikið orðastríð hevur leingi verið um almennan stuðul til mentan og list í Føroyum. Hóast fólk flest í dag góðkenna ein ávísan form fyri fíggjarligan stuðul, so er tað enn ósemja um, hvussu og hvussu nógv stuðlast skal. Ein av tvístøðunum er, um stuðulin er betur skipaður, um ein ger mun á yrkislist og áhugalist. Skal yrkislistin raðfestast hægri enn áhugalistin? Og manglar ein servitan innan list sum heild í føroysku stuðulsskipanini? Lagt til rættis: Pætur M. Dahl
    37 min
  • Dokumentarurin: »Rætturin at doyggja«
    Vit velja ikki, nær og hvussu vit verða fødd, men skulu vit hava møguleikan at velja, nær og hvussu vit fara at doyggja? 
    Hvar gongur markið fyri sjálvsavgerðarrættinum hjá tí einstaka í mun til samfelagið?
    Dokumentarurin við kjaki aftaná varpar ljós á aktiva deyðshjálp í Føroyum. Lagt til rættis: Pætur M. Dahl.
    57 min
  • Dokumentarurin: »Heima sum longst«
    Í sendingini fylgja vit einum heilsuhjálpara til arbeiðis, har nomið verður við støðuna innan heimarøktina, sum er ein tann mest týðandi parturin til at tryggja, at vit kunnu verða heima sum longst.
    Ingun í Skrivarastovu hevur lagt sendingina til rættis.
    26 min
  • Dokumentarurin: »Tann dýra ferðin«
    Ført verður eisini fram, at flogprísirnir forða fyri, at føroyingar uttanlands kunnu virka í Føroyum, og øvugt, at føroyingar í Føroyum kunnu virka uttanlands. Men er okkara flogsamband ov dýrt?
    Kann tað gerast bíligari? Og skal okkara flogbreyt til umheimin rekast á privatum ella almennum grundarlagi?
    Heini í Skorini hevur lagt sendingina og kjakið, ið kemur eftir sendingina, til rættis.
    1 hr 9 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners