Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • »Búgvin« (2:2)
    Búgvin er ein 188 metrar høgur drangur norðan fyri Gjógv. Gjáarmenn komu fyrstu ferð upp á toppin í 1892 við at brúka ein serligan hátt. Í gomlum døgum hevði stóra fuglameingið á Búgvanum stóran týdning fyri Gjáar bygd. Túrurin aftur í Búgvan gjørdist drúgvur - teir brúktu 3 ár at náa toppin.
    Vit fylgja teimum á hesi spennandi og ikki sørt vandamiklu ferð. Stórfingin náttúra og samspæl millum hana og menniskju. Upptøkur eru bæði úr luftini, av sjónum og av landi. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.
    36 min
  • »Búgvin« (1:2)
    Búgvin er ein 188 metrar høgur drangur norðan fyri Gjógv. Gjáarmenn komu fyrstu ferð upp á toppin í 1892 við at brúka ein serligan hátt. Í gomlum døgum hevði stóra fuglameingið á Búgvanum stóran týdning fyri Gjáar bygd. Túrurin aftur í Búgvan gjørdist drúgvur - teir brúktu 3 ár at náa toppin.
    Vit fylgja teimum á hesi spennandi og ikki sørt vandamiklu ferð. Stórfingin náttúra og samspæl millum hana og menniskju. Upptøkur eru bæði úr luftini, av sjónum og av landi . Lagt til rættis: Zacharias Hammer.
    38 min
  • Dokumentarurin: »Faðirloysingarnir«
    Tey eru børn hjá donskum og føroyskum fiskimonnum og handverkarum, ið vóru í Grønlandi í fimtiárunum og sekstiárunum. Nú eru tey farin at leita eftir pápum sínum og krevja at fáa somu rættindi sum onnur, ið eru fødd uttan fyri hjúnalag.
    Í sendingini hitta vit tríggir grønlendingar, ið hava føroyskar pápar. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.
    56 min
  • Dokumentarurin: »Hjartadrongurin«
    5. november í 2010 fekk 15 ára gamli Rólant Reginsson Biskopsstø nýtt hjarta á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Transplantasjónin gekk væl, men Rólant kemur at vera tætt knýttur at Ríkissjúkrahúsinum í nógvar mánaðar afturat, tí kroppurin vil ikki rættiliga góðtaka nýggja hjartað. Hetta kann taka langa tíð og skal alt regulerast við heilivági.Bergljót D. Hentze og Rúni Friis Kjær hava gjørt sendingina.
    35 min
  • »Seinastu bátasmiðirnir«
    Føroyskt bátasmíð er um at fara í søguna. Tað eru mestsum bert kappróðrarbátar, ið enn verða smíðaðir.
    Aðrir bátar eru sjáldan í umbøn, og fyri tað mesta eru tað umvælingar, bátasmiðirnir, ið eftir eru, liva av. Tá so lítið er at gera, kunnu bátasmiðirnir ongan taka í læru.
    Tí fer elligamla handverkið at doyggja út, um einki verður gjørt fyri at bjarga tí. Landið má upp í leikin og má bera kostnaðin fyri ítøkiligar loysnir. Annars verða bátasmiðirnir, ið eftir eru, teir seinastu.
    37 min
  • »Tá litirnir dansa«
    Málarin Zacharias Heinesen finnur sín íblástur í tónleikinum og náttúruni. Hansara landslagsmálningar eru víðakendir og selja væl, eisini uttanlands. Handan framgongdina liggur ein støðug tráan eftir at røkka tí perfekta, og tí dámar listamanninum ikki at sýna fram.
    "Tá litirnir dansa" er ein portrettsending um Zacharias Heinesen. Vit hoyra um hansara lív og um viðurskiftini við pápan, rithøvundan William Heinesen, sum hevði so nógv at týða fyri menningina hjá tí unga Zacharias Heinesen. Lagt til rættis: Ivan Niclasen.
    55 min
  • Á føroyskum kjøli úr Kili til Klaksvíkar (4:4)
    Í fjórðu og seinastu sending sigla vit gjøgnum Panama-veitina, síðani verður kósin sett móti Karmoynni í Norra. Sunnudagin 15. mars verður silgt inn á Klaksvík, har stór móttøka er fyri nýggja Christian í Grótinum. 
    Í Panama vitja vit fyrstu slúsurnar og síggja eitt risa bingjuskip fara oman eftir timum. Um kvøldið verður Christian í Grótinum drigin av lokomotivum inn í fyrstu slúsurnar.
    38 min
  • Á føroyskum kjøli úr Kili til Klaksvíkar (1:4)
    15. mars var sannur stevnudagur í Klaksvík, tá nýggi Christian í Grótinum stevndi flaggskrýddur inn eftir vágni. Skipið er smíðað á Asenav skipasmiðjuni í býnum Valdivia í sunnara parti av Kili. Christian í Grótinum telist millum mest framkomnu nóta- og trolbátar í heiminum. 
    Zacharias Hammer var við til dópin 10. januar, fylgdi arbeiðinum á skipasmiðjuni og hevði samrøður við føroyskar, norskar og kilenskar vinnulívsmenn og politikarar, sum vóru við til hátíðarhaldið.
    41 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners