Dokumentarar

Dokumentarar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Dokumentarar episodes

  • Lívið er deiligt!
    Lívið nýtist als ikki at vera keðiligt, hóast tú ert gamal. Tað halda tey bæði Sámal Júst Ziska Dahl og Dania Andreassen, ið eru ávikavist 80 ár og 77 ár.
    Sámal Júst Ziska Dahl er fyrrverandi lærari og býr Í Klaksvík saman við konuni, Astu. Hóast hann er 80 ára gamal, setist hann ikki aftur at renna túrar tríggjar ferðir um vikuna. Harafturat dámar honum væl at gera ymiskt kropsligt arbeiði og at fáast við tónleik.
    Í Miðbýnum í Havn býr 77 ára gamla Dania Andreassen, sum veruliga dugir at njóta lívið sum pensjonistur.
    Tríggjar morgnar um vikuna svimur hon saman við morgunfrúunum, hon spælir sjavs, syngur í Tilhaldinum og fær ein stóran part av tíðini at ganga saman við vinkonunum.
    Í sendingini "Lívið er deiligt" fylgja vit teimum báðum pensjonistunum og síggja, hvussu pensjonistatilveran eisini kann vera.
    Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
    29 min
  • Stella Polaris 2015
    Annað árið á rað verður skipað fyri tónleikakappingini Stella Polaris, har ungir, klassiskir tónleikarar umframt heiðurin kappast um at vinna 25.000 krónur.
    Vit eru við á kapppingardegnum, tá teir seks finalistarnir skulu framføra fyri dómsnevndini, ið er mannað av bæði føroyskum og útlendskum serkønum innan økið.
    Ein dagur, sum bjóðar gleði, spenning, fjáltur og vónbrot hjá teimum seks finalistunum.
    Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
    42 min
  • Oyðandi gávubúðin (2:3)
    Onnur sending er um umsitingina av botnfiskastovnunum í Føroyum og sambondini millum politikarar og reiðarí.
    Lagt til rættis: Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam.
    1 hr 3 min
  • Skilnaðarbørnini
    Hvørt ár velja fleiri pør at fara hvør til sítt. Tøl vísa, at næstan fjórða hvørt hjúnaband endar í hjúnaskilnaði. Men tá pør - gift ella ógift - velja at fara frá hvørjum øðrum, eru børn ofta við í myndini.
    42 min
  • Hjálp, vit søkka
    Hóast føroyingarnir høvdu boðið sær at hjálpa, endaði øll russiska manningin í ísakalda havinum.
    Í sendingini greiða nakrir av manningini frá tilburðinum, og vit hitta eisini ein av russarunum, sum var við hesa lagnunátt á Flemish Cap.
    57 min
  • Føroyabankatoskurin

    Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava ein serliga góðan smakk.

    Hesin toskur svimur bert úti á Føroyabanka, og verður hann róptur bankatoskurin.

    Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt við hesum fiski?

    Lagt til rættis: Kári Sólstein.

    31 min
  • Tá ið tey ungu gráta
    Hvørt ár missa ung antin foreldur ella systkin við deyða. Mangan var sjúkralegan drúgv, og tey ungu, sum sita eftir, dragast við strongd og stóra sorg. Sorgarbólkurin Berin gevur børnum og ungum, sum hava mist, høvi at hitta javnlík og tosa um sorgina.
    Í hesi sendingini hitta vit Rannvu, Mariu og Beinir, sum hava mist ein av sínum nærmastu. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen
    59 min

About Dokumentarar

From the publisher's feed

Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.

More shows like Dokumentarar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners