Rasmus Magnussen var ferðaleiðari hjá einum ferðalagi, sum skuldi úr Føroyum til Danmarkar at hyggja at dystinum í Parkini millum Danmark og Føroyar.
Flogfarið var seinkað, og tað reið um snarið, um tey náddu til dystin.
Trýst var á síðstu løtuna, og tí var Rasmus Magnussen við check in og veitti eina hjálpandi hond.
Hann var seinastur aftur í flogfarið.
Meðan hann sat og bíðaði eftir, at flogarið skuldi fara, legði hann til merkis, at øll atgongumerkini til dystin vóru gloymd eftir við check in.