Tað var eitt spæl at fletta teir 35 veðrarnar. Flett var í Innistovugarðinum, og umstøðurnar eru av tí besta, sigur Hans Petur Nolsøe.
Veðrarnir vórðu savnaðir saman á morgni og seinni var farið undir at fletta. - Har var nógv reyp, og serliga tann eini, sum visti, at hann átti størstu veðrarnar, reypaði dúgliga, sigur Hans Petur Nolsøe skemtandi.
Bøndurnir í Kaldbak eru allir væl, og teir ganga ikki á fjalli sama dag, tí teir hjálpa hvørjum øðrum.
Fyri einum 15 árum síðani fóru teir undir at skipa fyri fjallmannaveitslu.