Serstaka hendingin fór fram umborð á Dúgvuni fyrst í nullunum.
John Petersen hevði, sum hann var vanur, keypt sær eina sjokulátuplátu og eina Apolinaris.
Tá hann skuldi seta seg aftur, sá hann, at ein kvinna hevði sett seg við borðið, har hann sat, áðrenn hann fór í kioskina.
Fólk vóru eisini við hini borðini, so hann setti seg aftur, har hann sat frammundan.
John Petersen fekk sær smakk av sodavatnini og ein punt av sjokulátuni.
Brádliga gjørdist hann skakkur, tí kvinnan hinumegin borðið breyt sær ein punt av plátuni og át hann.