23. umfar í landskappingini í fótbólti hjá monnum verður um vikuskiftið, og sunnudagin kann verða dagurin, tá føroyameistaraheitið verður avgjørt, tá KÍ tekur í móti HB í Klaksvík.
HB liggur so væl fyri í kappingini, at teir við einum javnleiki kunnu tryggja sær meistaraheitið í fótbólti, hóast fýra umfør eru eftir.
Kristian Joensen, KÍ'ari, væntar, at KÍ fer at megna at útseta meistaraheitið hjá HB, meðan Allan Samuelsen, HB'ari, vil hava HB at avgera alt beinanvegin, og ongantíð betur, um tað verður við Djúpumýru í Klaksvík.