Føroyskar vinkonur, sum kennast frá fimleiki, eru í løtuni í New York og ferðast.
Fyri stuttum fóru tær at vitja eyðkendu trappuna hjá Carrie Bradshaw, sum fólk, ið hava fylt við sjónvarpsrøðini Sex and the City, kenna.
Og meðan tær sita har, kemur Sarah Jessica Parker, sum spælir Carrie Bradshaw í Sex and the City, spákandi.
Vit stóðu bara og gapaðu, sigur Elin Michelsen, sum tó undirstrikar, at tær ikki vóru farnar á ein Sex and the City-túr.
Vit vóru bara har í grannalagnum.