Fyrstu ferð Lena Nolsøe legði merki til Elisabeth Helenu Müller, var tá hon sá, at hon var leiðari á arbeiðsskúlanum í Havn.
Tað var skúli fyri fátæk børn.
Elisabeth Helena Müller var leiðari á skúlanum frá 1826 til 1830.
Í 1836 fekk hon handilsoyvi frá Pløyen amtmanni til at selja fruentimmerpynt med mere.
At Elisabeth Helena Müller, sum var ógift, hevur fingið handilsloyvi undir kongliga einahandlinum er serstakt og ber boð um eina sera ágrýtna kvinnu, sigur Lena Nolsøe.