Jóan Símun Edmundsson hevur fingið eina flúgvandi byrjan í týskum fótbólti.
Hóast bara fýra dystir eru spældir, hevur hann longu skorað og lagt upp til fleiri mál fyri felag sítt, Arminia Bielefeld.
Jóan Símun Edmundsson sigur, at móttøkan hevur verið sera góð.
Ávísir trúpulleikar vóru við bústaði fyrstu vikurnar, men nú tykist tað at vera komið í rættlag.
Týska málið hevur verið størsta avbjóðingin.
Føroyski spælarin vísir á, at hann er tann einasta á liðnum, sum ikki tosar týskt.
Nú fær hann undirvísing og skilir longu tað mesta.