- Hetta er spennandi og so sanniliga eisini avbjóðandi.
Soleiðis sigur Ria Tórgarð, sum leikstjórnar stóra jubileumsleikinum hjá Havnar Sjónleikarfelagið.
Útvið 50 leikarar hava lut í leikinum, og harafturat eru nógv onnur við í verkætlanini Jørundur Hundadagakongur, sum leikurin eitur.
Talan er um ein íslendskan leik úr 70unum, men Ria Tórgarð hevur umskrivað hann soleiðis, at leikurin passar til nútíðina.
- Vit valdu at spæla júst henda leikin, av tí at hann er festiligur við nógvum sangi og dansi, sigur Karin Djurhhus.