Fyrst skuldi filmurin, "Fågelfångarens Son," takast upp í ymiskum londum í Evropa, men trupult var at fáa alla fíggingina uppá pláss. Tí varð avgjørt, at gera flest allar upptøkurnar í Føroyum, sigur føroyski filsframleiðarin í verkætlanini, Jan Berg Jørgensen.
Hetta hevur verið ein spennandi tilgongd, og arbeiði í Bø, Gásadali, Koltri og síðan í gomlu komu- og fráfariingarhølunum á flogvøllinum í Vágum, hevur havt fleiri avbjóðingar við sær. Men samanumtikið hevur gingið sera væl við upptøkunum, sigur Jan Berg Jørgensen við morgunsendingina.