Seinastu árini hevur Tórshavnar Big Band tikið ymisk evni upp.
Ein táttur er at heiðra stórur jazz-sangarar, og hesa ferð eigur Ella Fitzgerald tørn.
Í ár eru 100 ár liðin, síðani hon var borin í heim, vísir Mortan Zachariassen, limur í Big Bandinum, á.
Edith Dahl Jakobsen telist millum sangararnar, sum skulu syngja sangir, ið Fitzgerald, plagdi at syngja.
- Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, viðgongur hon, tí Ella Fitzgerald hevði sín sermerkta stíl.
Hon hevði frálíka intonatión, og so dugdi hon so sera væl at skatta.