Ber tað til við einum tóli, ið kannar røddina, at finna útav, um ein kvinna sum hevur átt, hevur tunglyndi?
Hetta er nakað, sum Sanne Storm í løtuni granskar í.
Hon er musikkterapeutur og PhD.
- Tað er altavgerandi so tíðliga sum gjørligt at finna útav, um ein mamma hevur tunglyndi í sambandi við barnsburð. Sum nú er, eru tað ikki allar kvinnur, sum hava tunglyndi, ið verða loftaðar nóg tíðliga, siugr Sanne Storm.
Seinastu árini hevur hon granskað, um eitt tól, ið kallast VOIAS, kann staðfesta barnsburðartunglyndi við at lurta eftir røddini hjá kvinnuni.