Hygga vit í álmanakkan, so sæst, at 5. juni er grundlógardagur, men eisini pápadagur.
Hetta høvi brúka vit í morgunsendingini til at manna eitt pápa-pallborð at skifta orð um pápan í 2018.
Nýggja uppgávubýti í heiminum hevur við sær, at nógvir menn blíva pleasarar.
Endin er onkuntíð, at teir blíva gráir, keðiligir slappsvansar uttan sjálvsálit og sjálvsvirði.
Hetta er ikki tað, sum kvinnan vil hava,
Maðurin skal finna sín maskulinitet aftur, eru menninir kring borðið samdir um.