Hvussu var flaggdagsskrúðgongan í Havn í 1950, hvussu sá út á ólavsøku í 1953, og hvussu var grind hildin til við Kongabrúnna sama árið?
Nú kunnu øll, sum hava hug, síggja hópin av stuttum filmum, sum vórðu tiknir upp í Føroyum í 1950unum.
Skotarnir Alf og James Cordiner tóku filmarnar upp á føroyavitjanum í 50árunum. Í alt er talan um góðar 81 minuttir.
Í dag er tað Inga Simonsen, sum eigur filmarnar og saman við soninum, Hera, hevur tryggjað, at øll hava atgongd til upptøkurnar.