Við íblástri úr tónleikatiltakinum Húsagongd, er ætlanin at fylla Miðvág við fólki og tónleiki.
Kirkjan, Beitið, skeinkistøð, pitsabarrir og grøni náttarbussurin verða karmur eina røð av konsertum við fólki í og úr Vágum.
Ein av bólkunum, sum fer at spæla, er Hips um Haps. Bólkurin hevur ikki verið virkin í nógv ár, men nú ger hann come back.
Hips um Haps,sum umboðar serstaka vágasoundið, læt í1990 bandið Hálvavegna úr hondum.
Í blaðgein var skrivað um útgávuna: - Tá tú hevur hoyrt helvtina av bandinum hjá Hips um Haps, hevur tú hoyrt alt bandið.