Morgunsendingin skiftir orð við Heina Eysturoy, sum hevur verið skipari á Rescue Lív øll árini.
Hann sigur, at báturin hevur roynst ógvuliga væl.
Einar 300 uppgávur hava verið, og tær hava verið ógvuliga fjøllbroyttar.
Virksemi er vaksið ógvuliga nógv, og nú eru boð eftir Lív næstan hvørja viku.
Báturin siglir skjótt, og tað fer illa við bátinum.
Nógv útgerð skal skiftast út, næstu ferð Lív fer til eftirlit, men møguliga er skilabetri at keypa nýggjan bát til ta tíð, sigur skiparin.
At verða knýttur at bátinum er sjálvboðið arbeiði.