Tað var í 2015, at NRK fór undir at senda ungdómsrøðina Skam, sum lýsti gerandisdagin hjá nøkrum ungum í Oslo.
Røðin bleiv sera vælumtókt í fleiri londum.
Nú ger NRK eina nýggja røð eftir nøkunlunda sama leisti.
Blank eitur hon hesa ferð og eins og við Skam fer Kringvarpið eisini at senda hesa røðina.
Róar Mørkøre Hansen og Rannvá Dahl Hanusson starvast á ungdómsportalinum hjá Kringvarpinum, Røddini.
Tey lata væl at fyrstu pørtunum.
Rannvá væntar, at Blank fer at fanga tey ungu, tí røðin lýsir rættiliga væl lívið eftir student.