Nógv skelti eru sett upp í sambandi við tunnilsarbeiðið.
Eisini eru ljóskurvar settar upp, soleiðis at lastbilar kunnu koyra tilfar úr tunlinum.
Tíverri síggja vit ofta, at fólk ikki virða reyðu ljósini, siga bæð Sigurd Lamhauge og Hallur Djurhuus.
Um tað er ov nógv skeltað, gáloysni hjá førarunum ella annað er ilt at meta um, siga teir.
Jann Fossaberg leggur dent á, at tá fólk koyra bil, er tað tað, ið tey skulu hugsavna seg um.
Tað er ikki til stuttleika, at skeltini eru sett upp, vísir Sigurd Lamhauge á.