Umleið 10. hvør føroyingur hoyrir ikki serliga væl.
- Fólk hoyra ikki verri í dag enn fyri eini 10 árum síðani, men sum heild eru øll meira tilvitað um hoyrnina, sigur Jutta Helgadóttir.
Hon er audiologistur og eigur og rekur hoyriklinikkina Hoyrnina.
- Tað er als ikki óvanligt, at ung fólk ynskja at fáa oyruni kannað, og tey eru ógvuliga tilvitað um at brúka hoyrivernd, tá eitt nú tónleikatiltøk eru, sigur Jutta Helgadóttir.
Sambært henni er tað ikki altíð, at ein persónur sjálvur leggur merki til, at hoyrnin er niðursett.