Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Góðan morgun Føroyar episodes

  • Bøstykkini við Gjógv skrásett
    Tað eru mong ár síðani, at Asfinn Sigvardsen fór undir at skráseta mongu bøstykkini við Gjógv.
    Sjálvur sigur hann, at hetta hevur verið eitt áhugavert ítrív heldur enn arbeiði.
    Mikukvøldið klokkan 7 verður skipað fyri almennari móttøku í Bygdarhúsinum við Gjógv í sambandi við at komið er á mál at skráseta bøstykkini í bygdini.
    Upplýsingarnir vera somuleiðis tøkir á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, sunda.fo.
    8 min
  • Facebook ger nú stórar trygdarbroytingar
    Facebook stríðist nú av álvara fyri at bøta um umdømið hjá sær í kjalarvørrinum av, at ymiskar greiningarfyritøkur hava fingið hendur á fleiri upplýsingum hjá Facebook-brúkarum.
    Fyrst var talan um 50 milliónir brúkarar, men nú er komið undan kavi, at talan ivaleyst er um minst 87 milliónir brúkarar. Tað skrivar DR.
    16 min
  • Góða grannalagið hevur stóran týdning
    Magnus Magnussen býr í Vallartúni í Havn.
    Hann letur sera væl at grannalagnum.
    Fleiri felagstiltøk eru í grannalagnum, og fólk eru ófør at hjálpa, tá tørvur er á tí, sigur Magnus Magnussen.
    Sjálvur er hann eiðasørur, tá tað ræður um handaligt arbeiði, og tí er hann ógvuliga fegin um at grannar, ið duga væl handaligt arbeiði, hava veitt hjálpandi hond.
    - Tað kemur væl við í hesum døgum, nú tað er sera trupult at fáa fatur á handverkara. Kostnaðurin er ein øl ella ein døgurði, sigur Magnus Magnussen brosandi.
    9 min
  • Halt frí tá tú hevur frí
    Alexandra á Dul, sum er HR-partnari, vísir á, at alt fleiri uppliva, at tey brenna út, tí tey eru tøk á arbeiðsmarknaðinum allan sólarringin.
    Onkuntíð eru fólk so arbeiðssom, at tey ongantíð náa at løða battaríini.
    Tí kann tað vera vert at at umhugsa ein telefon- og teldubrævapolitikk, sum ásetur, at ikki er loyvt at órógva fólk ávísar tíðir á degnum.
    Alexandra á Dul vísir kortini á, at fólk og arbeiðspláss eru ymisk, og tí ber ikki til at nevna ein ávísan leist, sum er egnaður til øll.
    8 min
  • Várframsýningin 2018 letur upp í dag
    Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri várframsýningini. Í ár sita Jón Sonni Jensen, Annika Gregoriussen og Randi Samsonsen í úrvalsvendini.
    Tað eru fýra listafólk, sum eru við í framsýningini fyri fyrstu ferð, meðan hini tíggju hava luttikið fyrr.
    Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen greiða frá listafólkunum og verkunum, sum eru við í ársins várframsýning, og hvussu tey velja listafólkini út og skipa framsýningina.
    14 min
  • Sarah Mahfoud - Nú leggi eg alla orku í boksing
    Ein góður boksari skal hava sterkan vilja, góða disiplin og venja nógv.
    Tað sigur Sarah Mahfoud, sum hevur skrivað undir yrkissáttmála sum boksari.
    27. apríl er meistaradystur á skránni.
    Hetta er ein avgerandi dystur, tí vinnur Mahfoud, hevur hon møguleika at fáa dyst um heimsmeistaraheitið.
    Nú um dagarnar er venjingarlega við dugnaligum boksarum úr Danmark.
    Pro Atlantic Bootcamp verður legan nevnd.
    Tað er Tórshavn Boksing, sum skipar fyri í nýggju hølunum í kjallaranum í Stórhøllini á Hálsi.
    5 min
  • Stórur tørvur á fótbóltsdómarum
    - Tað er ógvuliga áhugavert og gevandi. Og jú, sjálvandi krevur tað eisini nakað av einum.
    Soleiðis sigur Lassin Isaksen, sum er dómaraleiðari í Fótbóltssambandi Føroya og hevur drúgvar royndir sum dómari í føroyska fótbóltsheiminum.
    Fótbóltssambandið fer næstu tveir mánaðirnar at skipa fyri ókeypis dómaraskeiðum fyri at fáa fleiri nýggjar dómarar í núverandi hópin.
    9 min
  • Kjak: Rúkandi ósamdir um Russland skal fordømast
    Nógv av grannalondunum rundan um okkum fordøma Russland, og siga, at tað er Russland, sum hevur ábyrgdina av, at fyrrverandi russiski njósnarin, Sergei Skripal, og dóttir hansara, Julia, vóru eitrað.
    Í yvirlýsingini verður sagt, at hetta er brot á altjóða reglur og sáttmálan um kemisk vápn.
    24 min
  • Føroyingar á tandemsúkklu til París
    Mær dámar væl avbjóðingar sigur Uni Rasmussen, sum, hóast hann er blindur, er fúsur at súkkla til París.
    Saman við Mariu Svabo Hansen og Henrik Kølleskov fer hann at súkkla teir mongu kilometrarnar á tandemsúkklu.
    Maria og Henrik skiftast um at sita framman og stýra. Uni situr aftanfyri.
    Longsti túrurin higartil hevur verið úr Havn til Eiðis og aftur. Tilsamans 108 kilometrar.
    Eftir ein tílíkan túr ert tú troyttur og hevur ilt í afturpartinum, sigur Uni brosandi.
    At vera partur av Rynkeby er nakað heilt serstakt, eru bæði samd um.
    10 min

About Góðan morgun Føroyar

From the publisher's feed

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

More shows like Góðan morgun Føroyar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners