Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Góðan morgun Føroyar episodes

  • Bókin gevur kristnum góðar grundgevingar
    Tað eru KFS, Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi, og Sprotin, sum geva bókina Gud fyri skotum út.
    Ragnhard Petersen hevur týtt til føroyskt.
    - Hetta hevur verið eitt sera drúgt og umfatandi arbeiði, viðgongur hann.
    Fólk eru vorðin munandi meira atfinningarsom mótvegis kristnitrúnni.
    Henda bókin gevur kristnum nøkur góð argument, tá kjak tekur seg upp, sigur Ragnhard Petersen.
    13 min
  • Facebook kennir teg betur enn tey nærmastu
    Í 2015 mentu granskarar frá Cambridge University eina nýggja algoritmu, sum metir um tína persónligheit við at taka støði í tí, sum tær dámar á Facebook. Tey vilja vera við, at tey kenna teg betur enn tey nærmastu rundan um teg, um tær hevur dámt nógv á Facebook.
    Ein kann royna persónligheitsmetingina hjá Cambridge University sjálv/ur, og síggja, hvussu sonn hon er her.
    12 min
  • Klaksvíkar kommunar sløkkir eisini ljósið
    Norðoya Kunningarstovu, sum skipar fyri Earth Hour fyri Klaksvíkar Kommunu, heitir á fólk um at sløkkja ljósið leygarkvøldið. Tey hava annars ikki luttikið í Earth Hour undanfarin ár. Olivia Døgg Fríðfinsdóttir er samskipari á Norðoya Kunningarstovu, og hon sigur, at tey vilja fegin varpa ljós á umhvørvið, og vóna, at fólk verða meira tilvitað aftaná hesa løtuna leygarkvøldið.
    6 min
  • - Tað er einki sum eitur ein vinardystur
    Lars Olsen, landsliðsvenjari sigur, at liðini eru jøvn á hesi venjingarleguni, so føroyska landsliðið kann fáa nógv burtur úr uppihaldinum í Spania. Hann væntar tveir tættar vinardystir. Í dag spælir landsliðið móti Lettlandi og sunnudagin móti Liktinstein.
    Atli Gregersen, liðskipari, sigur hinvegin, at tað er einki sum eitur vinardystir í fótbólti. - Vit fara all in og vóna sjálvandi, at vit vinna, sigur Atli Gregersen.
    9 min
  • Leygarkvøldið verður ljósið sløkt
    Earth Hour 2018 verður leygarkvøldið frá klokkan. 20:30 til 21:30.
    Henda tíman verður ljósið sløkt og sjóneykan sett á jørðina.
    Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Kommunu, sigur, at føroyingar heilt greitt eru blivnir meira tilvitaðir um umhvørvisspurningar.
    Fólk gera vart við seg, um inntriv verða gjørd í náttúruna, sum teimum ikki dámar.
    Tórshavnar Kommuna skipar fyri iltaki í Tinghúsgarðinum frá kl. 20.00 til 21.30.
    Hetta plagar at vera ein heilt serstøk og innilig løta, sigur Turið Horn.
    8 min
  • Ur USA til Svøríkis á konsert hjá Eivør
    Eg blívi kløkk hvørja ferð fólk ferðast so leinga leið til mínar konsertir, sigur Eivør.
    Tað er í grundini eitt sindur rørandi, leggur hon aftrat.
    Eivør spælir fyri tað mesta í Evopa, men hevur fjepparar um allan heim.
    Tí kemur tað fyri av og á, at fólk ferðast fleiri túsund kilometrar fyri at sleppa á konsert.
    Á stroymingtænastunum ber til at síggja, hvaðani stoymt verður.
    Har sæst greitt, at rættiliga nógv verður lurtað eftir Eivør í USA.
    Vónandi fer tað at bera til at fara konsertferð í USA næsta ár, sigur Eivør.
    11 min
  • Foreldur lata klæðir á dagstovninum
    - Foreldrini hava tikið væl ímóti endurnýtsluni, og hetta er avgjørt nakað, sum hevði kunnað riggað á øðrum dagstovnum eisini.
    Soleiðis sigur Joan M. Joensen. Hon situr í foreldraráðnum í dagstovninum í Kvívík.
    Fyri skjótt hálvum ári síðani, byrjaði foreldraráðið eina sokallaða klædnaendurnýtslu.
    - Tað kemur altíð væl við hjá barnafamiljum at sleppa undan at skula keypa hvørt tað einasta plaggi, sum barnið hevur brúk fyri, sigur Joan M. Joensen.
    Klæðini skulu vera vaskað, rein og heil, og síðani leggja foreldrini klæðini, tey vilja lata, á hillarnar.
    5 min
  • Kvinnulandsliðið: Ein spennandi dystur í kvøld
    Enn hava Føroyar einki stig í EM undankappingini, men tað hevur Makedonia heldur ikki, so tí kann dysturin í kvøld verða sera spennandi. Føroyar hava fyrr spælt í móti Makedonia, og tá taptu tær við bert tveimum málum. Hetta er tó tvey ár síðani, og liðið hjá Makedonia er broytt nakað, sigur Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
    12 min
  • Undangongufólk í ferðvinnuni verður heiðrað
    Á Ferðavinnustevnuni á Hotel Føroyum síðsta vikuskifti vórðu handað heiðursbrøv í ferðavinnuni.
    Dómsnevndin ynskti at handa eitt serligt heiðursbræv til Ingigerð á Trøðni:
    - Hon var ein av teimum, ið sá ferðavinnuna, tá ið hon næstan ikki var har.
    Hon sáddi, nørdi, fjálgaði og gjørdi sítt til, at ferðavinnan fór at spíra.
    Sum undangongufólk var hon við til at stovna Kunningarstovuna í Havn, har hon var leiðari í 25 ár.
    23 min
  • Altjóða downs syndrom dagur er í dag
    Í Føroyum er tað sættu ferð, at dagurin verður hátíðarhildin. Fía Petersen er dagligur leiðari í felagnum Javni, sum er eitt felag fyri fólk við menningartarni og familjum teirra. Hon greiðir frá virkseminum hjá Javna, og hvussu tey kunnu hjálpa fólki við downs syndromi og familjum teirra.
    Tað er ymiskt, hvat fólk hava tørv á, men nýggj foreldur at einum barni við downs syndromi hava onkuntíð tørv á at tosa við onkran, og annars varpar Javni ljós á downs syndrom. Fía Petersen heldur, at summi hava eina gamla fatan av, hvat downs syndrom er, og tí verða færri fødd við tí í
    9 min

About Góðan morgun Føroyar

From the publisher's feed

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

More shows like Góðan morgun Føroyar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners