Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Góðan morgun Føroyar episodes

  • Vil lýsa Føroyar frá einari kvinnuligari síðu
    Heiðrikur á Heygum fekk listaflog stuðulin hjá Atlantic Airways í ár. Listaflog er ein stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, sum varð sett á stovn í 2016. Upphæddin á listaflog stuðlinum er 100.000 krónur, sum Heiðrikur á Heygum fer at brúka til verkætlanina hjá sær við KATA.
    Verkætlanin er ein video-installatión, sum verðu víst fram í Det Nordatlantiske Fyr í Hanstholm í Danmark í oktober, og síðani verður framsýningin víst í Føroyum. KATA fer at gera tónleik til installatiónina.
    8 min
  • Felagskristilig gudstænasta í Adventistakirkjuni
    Hetta er eitt gott høvi hjá kirkjum og samkomum at koma saman um tað, sum vit minnast um páskirnar, sigur Derhard Jógvanson, prestur.
    Hetta er 12. ferð at skipað verður fyri tílíkari gudstænastu. Tað er gott at síggja, at vit hava nakað felags, hóast traditiónirnar kunnu vera ymiskar, vísur Dehard Jógvanson á.
    Í kvøld klokkan 19.30 verður árliga felagskristiligari gudstænastan.
    7 min
  • Vit kunnu læra nógv av ensku skúlaskipanini
    Líðandi yvirgongd, at seta borðini øðrvísi, eygleiðingar hjá skúlaleiðarum av lærarum, frítíðarskúlar og lítil námsfrøðilig einmansvirki til dagstovnar í Onglandi.
    Tú varnast altíð nógv spennandi við at vitja eina heilt aðra skúla- og dagstovnamentan enn okkara føroysku - bæði av góðum og ringum.
    Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Námsvísindadeildini, hugleiðir um eygleiðingar, sum eru gjørdar í sambandi við lestrarferð í London við lærara- og pedagoglesandi í linjufakinum námsfrøðilig leiðsla.
    10 min
  • Podcast um føroyskar íverksetarar
    Ofta síggja vit, at íverksetarar koma fram í almennu myndini frá degi til dags við sínum avrikum, men har liggur altíð hart arbeiði og ein persónlig søga aftanfyri, sigur Halgir Winther Nagata. Tað er tann søgan, sum hann vil fortelja.
    Tískil er hann farin undir Startup Podcast, har hann ætlar sær at tosa við ymiskar føroyskar íverksetarar. Tað fyrsta podcastið er ein samrøða við Andres Jacobsen, sum byrjaði sum heilt ungur at gera gysara filmar, og í dag eigur hann Polar Films saman við vinmanninum Brian Samson.
    8 min
  • Filmurin um føroyska grindaveiðu vístur í Onglandi
    Pál Weihe er í London í sambandi við, at filmurin The Islands and the Whales hjá Mike Day, verður vístur í biografum kring Ongland komandi mánaðirnar.
    Í morgin verður filmurin vístur í London, og aftaná sýningina skulu Pál Weihe og Mike Day skulu hava eina samrøðu við vertin Jon Snow á Channel 4. Jon Snow skipar fyri samrøðuni, men høvi verður eisini hjá fólki at seta Pál Weihe og Mike Day spurningar.
    9 min
  • Bók um Atlantsflog, sum fyllir 30 ár í dag
    Í dag fyllir Atlantic Airways 30 ár. Flogfelagið hevur seinastu 30 árini ment seg nógv, og ein, sum helt tað vera áhugavert at líta aftur á søguna hjá Atlantsflog er John Kruse, sum seinasta árið hevur skrivað eina bók um Atlantsflog. Morgunsendingin hitti fyrr í vikuni John Kruse til eina samrøðu.
    9 min
  • 30 ár á føroyskum veingjum
    Tað var 28. mars í 1988 at fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways fleyg úr Vágum til Keypmannahavnar. Nú 30 ár eru farin, flýgur Altlantic Airways til tretivu ymisk ferðamál, umfram aðrar leigutúrar.
    Hátíðarhald verður vesturi í hangarinum í dag, har almenningurin hevur høvið at heilsa uppá og so slepst eisini inn í eitt av flogførunum og eina av tyrlunum hjá felagnum.
    Morgunsendingin vitjar í hangarinum. Vit tosa við Richard Johansen, viðlíkahaldsleiðara og Ingrid Bjarnastein, content manager í Atlantic Airways
    13 min
  • Lag gjørt til inniliga yrking hjá Finnboga Ísakson
    Finnbogi Ísakson skrivaði vøkru yrkingina Til Glæmu.
    Dóttirin, Glæma, doyði í 1986, bara tríggjar mánaðar gomul.
    Rani Nolsøe sá yrkingina fyrstu ferð fyri 10 árum síðani.
    Hann var alt fyri eitt hugtikin av henni og gjørdi beinanveg eina skitsu til eitt lag.
    Nú hevur Rani Nolsøe loksins gjørt sangin lidnan.
    Hetta var ein løgin tilgongd, tí yrkingin er so flott og biður um so nógv.
    Vanliga loyvi eg mær at spæla mær eitt sindur við lagnum, men hesaferð var tað yrkingin, sum stýrdi, sigur Rani Nolsøe.
    11 min
  • Nú kanst tú fara á fjall í Hattarvík
    Símun Gullaksen, bóndi, sigur, at hann sær stórar møguleikar í at bjóða ferðafólki at vera við í tílíkum siðbundnum virksemi.
    fjalldagurin í Hattarvík verður 30. juni um viðrar.
    Tá komið er til bygdina, gongur fjallfólkið niðan á Eystfelli við staðkendum fólki, sum somuleiðis vísa á og greiða frá um hvussu raksturin verður skipaður.
    Hesin túrur tekur umleið tveir tímar og er hampuliga lættur at ganga.
    Tá ið allur seyðurin er komin í rætt, verður borðreitt við kaffi, te, pannukøkum og øðrum.
    7 min
  • EM-kappingin í flogbólti var ein russjitúrur
    Um vikuskiftið spældi føroyska U20 flogbóltsliðið við monnum EM-kapping fyri smátjóðir.
    Kappingin, sum var í Stórhøllini á Hálsi í Havn, var sera væl eydnað.
    Tá avtornaði vann Luksemborg gull, Føroyar fingu silvur og Ísland bronsu.
    Tað byrjaði við greiðum sigri á Íslandi, síðani taptu Føroyar ein sera javnan dyst ímóti Skotlandi og sunnukvøldið endaði alt við sigri í einum ótrúliga spennandi dysti ímóti Luksemborg.
    Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, er ovurfegin um kappingina.
    8 min

About Góðan morgun Føroyar

From the publisher's feed

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

More shows like Góðan morgun Føroyar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners