Maria Suma Poulsen, ið varð fermd um vikuskiftið, sigur, at genturnar ganga rættiliga høgt upp í útsjóndina.
Summar fara til Danmarkar at leita eftir kjóla, tí har er úrvalið størri.
Nógv ganga ógvuliga høgt upp í pengar og gávur, sigur hon.
Ann Dahl Hansen, prestur, leggur dent á, at konfirmantarnir vita, hví fermingin er.
At fokusið er tað rætta.
Hon hevur ongantíð ivast í, at konfirmantarnar meina tað, tá teir taka við trúnni á degnum.
Ráðini til konfirmantarnar frá presti eru eitt nú at njóta dagin.