Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Góðan morgun Føroyar episodes

  • Randi Hjelm Debes fylgdi ráðunum frá ommu síni
    Randi Hjelm Debes var vónsvikin, tá hon máti ásanna, at hon ikki fekk dreymastarvið, ið hon hevði søkt.
    Seinni fekk 18 mánaðar gamla dóttirin staðfest diabetes 1. Tað hevði við sær, at mamman mátti vera nógv heima hjá barninum.
    Í nýggju støðuni runnu orðini hjá ommuni, Helenu Mørk Hjelm, henni í hug. - Brúka títt talent, plagdi hon at taka til. - Goym tað ikki burtur.
    - Eg dugi at binda og tekna, hugsaði Randi Hjelm Debes, og haðani fekk hon hugskotið at sameina talentini og gera bindiuppskriftir og binda fyri fólk.
    12 min
  • Øssur við í American Ninja Warrior
    Sunnudagin ber til at síggja Øssur Debes Eiriksfoss á amerikansku sjónvarpsrásini NBC, har hann kappast í eini heilt serligari útgávu av American Ninja Warrior.
    Tað var í 2016, at føroyski ítróttarmaðurin var at síggja á føroyska liðnum Team Søpapagøjerne í Danmarks Ninja Warrior. Føroyska liðið kláraði seg so mikið væl, at tey vunnu ta kappingina.
    - Stutt aftan á setti framleiðarin av American Ninja Warrior seg í samband við meg og spurdi, um eg vildi koma yvir til Las Vegas og vera við á Team Europe, fortelur Øssur Debes Eiriksfoss.
    5 min
  • Bogi Eliasen heldur fyrilestrar í Las Vegas
    Bogi Eliasen, sum starvast á Center for Fremtidsforskning, hevur tríggjar fyrilestrar á ráðstevnuni í Las Vegas.
    Ein er við danska ferðalagnum, ein við tí norðurlendska og ein í altjóða partinum.
    Bogi Eliasen vísir á, at talgild heilsa er nógv meira en talgildar teilsuskráir.
    Alt sjúkrahúsið verður talgilt, og nógv verður flutt úr sjúkrahúsinum til heilsudeplar og heim til fólk.
    Tað hevur við sær, at fólk í nógv størri mun skula hava atgongd til egin data og kunna brúka tey sjálvi.
    Eisini menningin á íleguøkinum gongur við fullari ferð.
    7 min
  • Morgunsangur í skúlunum skal vera kravdur
    At varðveita mentanararv okkara er ein av høvuðsuppgávunum hjá fólkaskúlanum. Í fólkaskúlalógini stendur, at skúlin í sátt og samvinnu við foreldrini skal hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.
    Skúlin skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan.
    12 min
  • Ráðstevna um talgildan pening
    Tað er Bjartur Dahl-Christiansen, sum lesur á Cophenhagen Business School, sum skipar fyri ráðstevnuni saman við Unn Krákustein, Ole Bjerg, sum er dosentur á Copenhagen Business School og hevur skrivað ein hóp av bókum, sum viðgera pening í samfelagsligum og filosofiskum høpi.
    Eisini er Rasmus Hougaard Nielsen í útvarpsstovuni. Hann er granskingarhjálpari á Copenhagen Business School og formaður í felagsskapinum Gode Penge, ið arbeiðir fyri at seta fokus á vansar við verandi pengaskipan.
    8 min
  • Hava tørv á fleiri blóðgevum
    Fýra prosent. Tað er prosentparturin av føroyingum, sum eru blóðgevar, og tað talið fer vónandi at blíva hægri, tí tað er stórur tørvur á fólkum, sum vilja lata øðrum blóð.
    - Av tí at ein náttúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast, krevst, at í minsta lagi 5% av íbúgvunum í einum landi eru blóðgevar, sigur Claus Reistrup, sum er formaður í Felagnum Blóðgevi.
    Tí er felagið nú farið undir eitt átak - millum annað við eini nýggjari heimasíðu - sum skal fáa fleiri fólk at blíva blóðgevar.
    11 min
  • Eitt nýtt føroyskt ferðamál Inni í Bø
    Um tveir mánaðir skulu húsini vera liðug, tí tá koma fyrstu gestirnir, sigur Tróndur Niclasen, sum rekur Útsýnið saman við konu síni.
    Tað var í januar í fjør, at elsta dóttir teirra, Julia, setti seg í gravkúnna, og arbeiðið byrjaði.
    Áhugin at gista Inni í Bø tykist vera stórur, sigur Tróndur Niclasen, sum leggur aftrat, at hetta ikki er bíligasta loysnin, sum ferðafólk kunnu velja í Føroyum.
    Longu eru nógvar bókingar skrásettar
    Felagsheitið, sum frítíðarhúsini hava fingið, er Útsýnið ella á enskum The View.
    14 min
  • Týdningurin hjá Billy Graham kann ikki metast
    Mikudagin 21. februar, komu boðini, at heimskendi evangelisturin Billy Graham var deyður.
    Jarðarferðin var fríggjadagin 2. februar og úr Føroyum vóru farnir Jógvan Zachariassen, pastorur og Svenning av Lofti, evangelistur.
    Billy Graham var jarðaður í heimbýnum Charlotte í North Carolina og har var sera nógv gjørt burturúr, sigur Jógvan Zachariassen, pastorur, sum var boðin til jarðarferðina saman við Svenning av Lofti, evangilisti.
    Jógvan Zachariassen vitjar morgunsendingina
    18 min
  • - Landið kann bera nógv fleiri ferðafólk
    Høgni Reistrup vísir í tíðargrein á, at føroyingar eiga at fáa hugburðin at venda rætt og bjóða gestum vælkomnum til Føroya.
    Millum góðu árinini, sum standast av ferðavinnu, nevnir hann trý viðurskifti.
    - Vinnan skapar nógv nýggj størv. Serliga til yngri fólk, sum eru púra avgerandi at varðveita í landinum.
    - Ferðavinnan kann gera búskapin støðugari og taka broddin av sveiggjunum.
    - Landið og vinnurekandi fáa fleiri inntøkur.
    13 min

About Góðan morgun Føroyar

From the publisher's feed

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

More shows like Góðan morgun Føroyar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners