Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Góðan morgun Føroyar episodes

  • FRUM skal framføra á SPOT og G! festivali
    Jenný Augustudóttir Kragesteen er kvinnan handan FRUM. Jenný er búsitandi í Keypmannahavn, men ferðast ofta í sambandi við tónleikin.
    Jenný sigur, at framførslan á SPOT festivalinum hevur týdning, tí hon kann lata nakrar dyr upp fyri hana. SPOT festivalurin er fyri nýggjar tónleikarar, og tónleikaliga kann ein fáa nøkur sambond og nakrar møguleikar, um ein klárar seg væl.
    8 min
  • Felagssangur er ikki serføroyskt
    Er felagssangur nakað serføroyskt.
    Einki brúdleyp ella føðingardagur uttan felagssang og helst skulu fleiri sangir eisini yrkjast til ymisku samkomurnar.
    Hvat er so ein góður felagssangur. Leif Hansen, kórleiðari og organistur er við okkum í útvarpsstovuni,
    11 min
  • Orðabókin er gjørd við næmingunum í huga
    Róland í Skorini hevur lagt seg eftir, at brúka vanligastu orðini í fronskum.
    Í orðabókini eru í alt 10.000 orð.
    Hetta er ríkiligt til miðnám, men høvundurin sigur, at hann ikki gevst enn.
    Orðabókin skal verða størri, ætlar Monsieur Róland í Skorini, sum fer at leggja bókina fram í Reinsarínum klokkan 16 fríggjadagin.
    Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at franska-føroyska orðabókin verður løgd fram avec pompe et splendeur við skilagóðum orðum og quelques chansons!
    16 min
  • Heilsufrøðingurin - Svøvnur fyritreyt fyri vælveru
    Svøvnurin er grundleggjandi fyri tað góða lívið, heldur Kala Rajani Hansen, heilsufrøðingur.
    Tað tykist sum fleiri ikki geva svøvninum gætur.
    Um vit ikki sova nóg mikið, ávirkar tað okkara gerandisdag negativt.
    Kala Rajani Hansen vísir á, at tað er individuelt, hvussu nógvum svøvni fólk hava tørv á.
    Tey smæstu børnini skulu sova mest, og so minkar tað nakað, so hvørt børnini blíva eldri.
    Tað er skilagott, at foreldrini hava nakrar fastar rutinur, tá songartíðin nærkast. Hetta fyri at børnini skulu fyrireika seg til at sova.
    19 min
  • Damudomi 2018 fer av bakkastokki í dag
    Damudomi 2018 fer av bakkastokki í dag, og tað er ein røð av tiltøkum, sum felagsskapurin Damudomi skipar fyri, ið varpa ljós á ymsu síðurnar av feminismu. Tiltøkini eru dagarnar fram til altjóða kvinnudagin 8. mars og á sjálvum kvinnudegnum.
    Sunneva Háberg Eysturstein og Jana Nielsen, umboð fyri Damudomi, greiddu frá í morgunsendingini.
    Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri Damudomi, og evnið í ár kroppurin.
    15 min
  • Ársins fyrstahjálparar 2017
    Jógvan Thomsen og Kim Anders Nielsen bjargaðu eini eldri kvinnu, sum fekk hjartasteðg á eini útferð í Saksun. Jógvan var ferðaleiðari og Kim bussførari. Jógvan gav kvinnuni fyrstahjálp, meðan Kim eisini kom til og ringdi 1-1-2. Hann tosaði so við sjúkrabilin, um hvar teir skuldu hittast. Kvinnan kom á landssjúkrahúsið og livdi.
    17 min
  • Vit handfara traumatiskar hendingar við tøgn
    Farna heyst gjørdi Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri, eina granskingarverkætlan við yvirskriftini Lagnubørn - tigandi arvurin.
    Í starvinum sum sálarviðgeri hevur hon fingið stórt innlit í kroppsligar og sálarligar avleiðingar av hendingum, sum vit sum menniskju hava verið fyri.
    Tað, ið serliga gav Sigbritt við Neyst hug at granska í evninum, var, at hon hevur havt samrøður við fleiri eldri fólk sum, hóast onkur av teimum var farin um tey 80, máttu ásanna, at tíðin ikki hevði lekt sárini.
    15 min
  • Ummæli: Soli Deo Gloria
    Hetta er ein krevjandi leikur. Hann ger, at tú sum áskoðari fert at reflektera um títt egna lív.
    Leikurin gevur tær ikki svarini, men tú noyðist sjálvur at koma til tínar egnu niðurstøður, sigur Jákup Bogi Joensen, sum letur sera væl at leikinum.
    Leikurin Soli Deo Gloria, sum gongur á Tjóðpalli Føroya, er í stuttum er leikurin 12 søgur um at finna, merkja, fáa, geva, líta á, missa, varðveita, tora, trúgva upp á og ynskja kærleika.
    Soli Deo Gloria er ein leikur eftir Peter Asmussen.
    9 min
  • Næsta summar letur gistingarhús upp á Húsum
    Tørvurin á gisting í Kalsoynni er stórur, sigur Magni Garðalíð.
    Í fyrstu atløgu verða fýra ella fimm kømur á gistingarhúsinum, men stigtakarin umhugsar at fáa fleiri.
    Eini 30.000 fólk kom í oynna um árið, og vit mugu verða klár til at taka ímóti hesum fólkunum, heldur Magni Garðalíð.
    Umframt gisting fer hotellið eisini at taka sær av mati.
    Bæði á sjálvum gistingarhúsinum, men eisini matpakkar til fólk, sum fara gonguferðir.
    Kalsoyggin er áhugaverd. Her eru fýra bygdir, sum allar hava okkurt at bjóða teimum vitjandi, leggur Magni Garðalíð aftrat.
    7 min

About Góðan morgun Føroyar

From the publisher's feed

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

More shows like Góðan morgun Føroyar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners