Fyri at koyra taxakoyring í Føroyum krevst loyvi, men kortini eru fleri, sum koyra ólógliga taxakoyring.
Tað veit heimasíðan local.fo, sum skrivar tíðindi úr Føroyum á enskum, at siga.
Í greinini er viðtal við bilførara í 20unum, ið vil vera dulnevndur.
Viðkomandi hevur koyrt ólógliga hýruvognskoyring í eini tvey ár, og førarin veit um fleri onnur, sum gera tað sama.
- Tey flestu seta seg í samband við meg um facebook, men onnur ringja, tá tey skulu koyrast, sigur førarin.