Í gjár hevði nýggi blaðstjórin á Kvinnu sín fyrsta arbeiðsdag.
- Eg havi glett meg at byrja hetta arbeiðið og ivist ikki í, at eg kann brúka tær royndirnar, eg havi, frá teimum ymsu bløðunum, eg havi arbeitt á í Danmark.
Soleiðis sigur 36 ára gamla Tóra Effersøe Mortensen, sum skal stýra Kvinnu-skútuni næstu árini.
Og nýggi blaðstjórin hevur fleiri ætlanir við blaðnum.
- Eg ynski, at lesarin skal spæla ein nógv størri leiklut, og gerandislívið hjá føroyskum kvinnum skal fylla meir, sigur Tóra E. Mortensen.
Harafturat vil hon eisini provokera.