Svanbjørg Manai, filatelistjóri á Posta, vónar, at serstaka savnið endar í Føroyum.
Geoffrey Noer úr Kalifornia, sum eitt skifti búði í Føroyum og gjørdist føroyavinur, hevur savnað tilfarið.
Savnið er mett til at hava eitt virði á 5 mió. kr. og verður selt á uppboðssølu í Wiesbaden í Týsklandi.
Teir ymisku lutirnir í savninum verða bjóðaðir út hvør sær.
Við í savninum hjá Noer er elsta bræv sent úr Føroyum, elsta bræv sent innanoyggja í Føroyum og elsta bræv sent til Føroya.