Barnagranskarin, Erik Sigsgaard, hevur stóra vitan um og nógvar royndir við at arbeiða við børnum og dagstovnum.
Hann hevur skrivað fleiri bøkur um skeld. Eitt nú Skældud og Skæld mindre ud.
Fyrimunurin við at hava eitt umhvørvi við minni skeldi er, at børn og vaksin blóma. Børnini verða eggjað at spæla meira, kanna meira og menna seg meira.
Tey vaksnu fara at kenna størri arbeiðsgleði, tá tey arbeiða í einum meira jaligum umhvørvi.
Erik Sigsgaard er á í Føroyum í sambandi við verkstovu, sum Synergi skipar fyri.