Hvat eyðkendi vesi viðurskiftini fyrr, hvussu var at tumla gjøgnum Europa í 60unum, og hvat ger okkum lukkulig?
Hetta eru nøkur av evnunum, sum feðgarnir báðir Tórir Mikkelsen og Tønnis Mikkelsen práta um í sendingunum "Pápi og eg".
Talan er um sokallað podcast, sum Tórir Mikkelsen hevur lagt út á youtube.
- Pápi og eg hava ofta samrøður, sum spenna víða, og hann lovaði mær at taka tær upp, soleiðis at eg kundi hava tær til eftirtíðina, sigur Tórir Mikkelsen um sendingarnar "Pápi og Eg".
Higartil eru sjey partar gjørdir, og væntandi koma fleiri afturat.