Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Góðan morgun Føroyar episodes

  • Støðumetingar mugu til
    Spurningurin ljóðar: Sonur okkara, sum gongur í 6.flokki, hevur júst verið til landsroynd. Hann hevur verið so nervøsur fyri royndunum, at hann hevur havt ilt í búkinum og verið heilt illa fyri. Hví hava vit fingið hesar royndirnar ? Er tað ikki eitt afturstig í føroyska fólkaskúlanum, at vit eru farin aftur til at hava royndir við næmingunum í teimum smáu flokkunum ? Minnist hvussu tað mangan bleiv tosað um, at Nonnuskúlin hevði royndir heilt niður í teir heilt smáu flokkarnar, og tað varð tað ikki hildið nógv um.
    12 min
  • Hví happa: Nú mugu onnur taka yvir
    Umleið 9000 fólk vóru limir í bólkinum og so nógv trýst var á facebooksíðuni, at Laila Neshamar, sum hevði eftirlit við tí, sum skrivað varð, ikki sá seg føra fyri at umsita hetta einsamøll. Tí avgjørdi hon at steingja Facebookbólkin "Hví happa?" Laila Neshamar og mamma hennara Joan Neshamar, vitjaðu Góðan morgun Føroyar.
    12 min
  • Ráðleggingardagar eru neyðugir
    Nakrar ferðir um árið, hava ansingarstovnar ráðleggingardag, og tá eru stovnarnir afturlatnir. Vit hava tvey børn, sum ganga á hvør sínum stovni, og ráðleggingardagarnir eru ikki teir somu á stovninum. Hetta undrar okkum. Hvat verða hesir ráðleggingardagar brúktir til?
    Hvør fær nyttu úr døgunum? Og ber tað ikki til at hava allar stovnar afturlatnar sama dag?
    17 min

About Góðan morgun Føroyar

From the publisher's feed

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

More shows like Góðan morgun Føroyar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners