Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Góðan morgun Føroyar episodes

  • NORA: Eysturskúlin er fyrimyndarligur
    Eysturskúlin hevur í fleiri ár undirvíst í innovatión. Tey byrjaðu við at undirvísa framhaldsdeildina í innovatión, men nú undirvísa tey í innovatión heilt niður í fjórða flokk. Norrønt Atlantssamstarv heldur hetta vera fyrimyndarligt og hevur boðið Inga á Smið, lærara í Eysturskúlanum, at greiða frá royndum sínum á ráðstevnu hjá NORA í Nuuk summar.
    9 min
  • USA: Skottilburðir elva til økta vápnasølu
    Í fleiri statum í USA hevur tað týdning, at ein skal hava frælsi at hava vápn uppá sær fyri at verja seg. Men nú royna fleiri ungdómar at eggja poltikkarum at broyta lógina, soleiðis hon gerst strangari. Hetta gera tey undir hash-tagginum "menext". 
    Um vikuskiftið savnaðust fleiri hundrað fólk í Florida til eina mótmælisgongu, har tey vístu sína ónøgd við verandi vápnalóg. Hetta var í sambandi við, at ein ungur maður megnaði at drepa 17 ung, hóast fleiri høvdu boðað frá einum ivasomum atburði hjá hesum manni.
    7 min
  • ÍSF varpar ljós á ítrottarsálarfrøði
    Petur Mittún, aðalskrivari í ítrottarsambandinum sigur, at tørvur er á at varpa ljós á ítrottarsálarfrøði. ÍSF vónar, at sersambondini og feløgini fara at hava sálarfrøðina við í venjingum og kappingum o.s.fr. framyvir, og Petur Mittún sigur, at fyrilestrarnir kunnu geva teimum nøkur ráð at arbeiða víðari við.
    10 min
  • Hildu koreanskt nýggjár í Føroyum
    Fríggjadagin hittust 38 føroyingar, sum hava uppruna úr  Korea, fyri at hátíðarhalda koreanskt nýggjár. Flestu teirra, ið komu saman, eru ættleidd úr Korea - og hóast tey ikki kenna nógv til koreansku mentanina, hevur tað týdning at læra um sín uppruna.
    11 min
  • Pensjónistar hava tørv á meira tøkum peningi
    Arni Thorsteinson, formaður í Landsfelag Pensjónista, sigur, at tað er ein tørvur hjá nógvum pensjonistum at hava meira tøkan pening mánaðarliga. Seinastu øldina er fátækradømið millum pensjonistar vaksið ógvuliga nógv. Fyri tveimum árum síðani livdi fjórði hvør pensjónistur undir fátækramarkinum.
    7 min
  • Pensjónistar kunnu taka lán í frívirðinum
    Í stuttum er ognareftirløn eitt tilboð til eldri fólk, sum hava stórt frívirði í húsunum. Pensjónistar kunnu so brúka frívirðið í húsunum til at fjálga um tilveruna.
    Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa, greiðir morgunsendingini frá, hvussu ognareftirlønin virkar.
    9 min
  • Litava lamið av beinkrími
    Nógvir føroyingar hava ligið við beinkrími seinastu vikurnar.
    Men í Litava er støðan heilt ring, tí beinkrím leggur Litava lamið.
    - Umleið 40 prosent av okkara starvsfólki liggur heima við beinkrími, og tað ávirkar sjálvandi okkara virki, sigur Jóannes Hansen.
    Hann arbeiðir í Litava og býr ein part av tíðini har.
    - Í 31 kommunum eru allir skúlar og barnagarðar stongdir í royndini at basa beinkríminum. Harafturat verður mett, at umleið helvtin av allari arbeiðsstyrkini í landinum liggur heima sjúk, sigur Jóannes Hansen.
    6 min
  • - Prestur hjálpti mær at koma úr skápinum
    Í gjárkvøldið vísti Krignvarpið fyrsta part av sendingini Gud Signi Føroyar.
    Millum annað sóu vit, at tað ikki altíð er eins lætta at samantvinna tað at vera samkyndur persónur og hava eitt andaligt heim.
    Men tað ber til at vera samkynd og samstundis vera rættiliga virkin í trúðarlívinum. Í hvussu so er uttanlands.
    Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, sum síðani 2001 hevur livað sum samkynd.
    12 min

About Góðan morgun Føroyar

From the publisher's feed

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.

More shows like Góðan morgun Føroyar

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners