Sunnukvøldið var útgávukonsert í Kelduni í Skálabotni, og nógv fólk vóru komin at líða á, sigur vælnøgdi Eyðun Jacobsen.
Fløgan inniheldur 18 skeringar. Sangirnir vera sungnir av ymiskum bólkum og eistaklingum.
Tey sum luttaka á fløguni eru: Ólavur á Váli Olsen, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Petur Hans Hansen, Terje B Vestergaard, Tóra við Keldu, Oasubrøður, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Bill Justinussen, Pauli Høj, Torkil Mørkøre, Kristina N Hansen, Eyðun Jacobsen, Blátt Gras, Lisa Frederiksberg, Zamar, Vitin og Magni Cristiansen.