Fyri einum mánaði síðani fingu tey bæði Jakobina Niclasen og Brandur í Dali ein hund.
Men talan er als ikki um ein vanligan hund, tí Dion, sum hundurin eitur, er ein tjekkoslovakiskur úlvahundur, og tann einasti av sínum slagi í Føroyum.
Hundurin, sum er skjótt hálvtannað ára gamal, er hálvur sjefari og hálvur úlvur og kemur uprunaliga úr Slovenia.
- Eg hevði hug til at royna eitt øðrvísið hundaslag og kundi eisini hugsað mær eina avbjóðing. Og tað er tað, tá mann hevur ein tílíkan hund sum hendan, sigur Jakobina Niclasen.