Í gjár stóð í grein á in.fo, at ein av journalistunum í Miðlahúsinum hevur verið í Føroya rætti og vitnað, tí viðkomandi hevur følt seg hóttan eftir at hava skrivað um eitt ávíst mál.
Umrøddi journalisturin er Dánjal av Rana.
Hann sigur, at hóttanirnar hava tað við sær, at hann tryggjar sær, at dyrnar við hús eru læstar á kvøldi, og hann leggur merki til skuggar, ið flyta seg uttanfyri.
Tað ringasta er, tá tú hittir fólk í býnum.
Tá kunnu keðiligar støður taka seg upp, sigur Dánjal av Rana.
Hann ætlar sær kortini ikki at gevast í yrkinum.