Hesa ferð hoyra vit kendar standardar av plátuni "Chet Baker sings, It Could happen To You," sum kom út í 1958. Baker bleiv ein sonn heimsstjørna sum jazz sangari við hesari plátuni.
Sagt varð um hann, at hann var ein samanrenning av James Dean, Frank Sinatra og Bix Beiderbecke í einum.
Chet Baker var í "velmaktini" í fimtiárunum sum ein av teimum bestu trompetspælarunum um hetta mundið.
Hann vann prísir sum besti trompetspælari framman fyri Miles Davis og Clifford Brown ímillum 1953 og 1956 í jazztíðarritunum DOWN BEAT og METRONOME.