Í sendingini hesa ferð hoyra vit løg av plátuni "Points of View" við Dave Holland Quintet, ið kom út á ECM Records í 1998 umframt standardar av liveplátuni "The Cure" við Keith Jarrett Trio, sum eisini kom út á ECM Records, tó í 1991.
Dave Holland og Keith Jarrett hava tað til felags, at teir báðir spældu saman við Miles Davis í 1986, sum gjørdi teir báðar heimskendar í jazzverðini. Báðir eru virknir enn.
Lagt til rættis: Arnold Ludvig.