Hesa ferð hoyra vit plátuna "The Riddle" við danska saxofon snillinginum Simon Spang-Hanssen og bólki hansara Ear Witness. Simon Spang-Hanssen hevur skrivað allan tónleikin á plátuni.
Hinir tónleikaranir í Ear Witness eru navnframir altjóða tónleikarar sum eru búsitandi í París og sum Simon Spang-Hanssen møtti, tá hann sjálvur var búsitandi har frá 1985 til 1998.
Teir eru pianisturin, Emil Spányi, úr Budapest í Ungarn, bassisturin, Linley Marthe, úr I'lle Maurice og trummusláarin, Felix Sabel-Lecco úr Cameroon.