Kvørnin

Kvørnin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Kvørnin episodes

  • Kvørnin: "Í ævir", Elinborg
    Ódnin og ljósið: "Krystalklár rødd stoypir føroyskt nordic noir í elektriskum myrkri", er yvirskriftin til ummælið hjá Regini Toftegaard.
    "Í ævir" er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Elinborg. Á plátuni eru átta sangir á føroyskum máli og tvey ljóðførisløg, sum Elinborg Pálsdóttir hevur skrivað.  
    Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt tónleikin, og Eivør Pálsdóttir hevur útsett og framleitt songrøddirnar. 
    Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað sangirnar í Rúm44, og Robin Schmidt hevur frumbandað útgávuna í  24-96 Mastering. 
    Tónleikarar á plátuni, eru: Elinborg Pálsdóttir, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Tróndur Bogason, Jens L. Thomsen, Jan Rúni Poulsen og Heðin Ziska Davidsen. 
     
    Skotsmál:
    9/10 stjørnum: Regin Toftegaard
    9/10 stjørnum: Ári Rouch
    Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    52 min
  • Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
    Á plátuni "Ævir, amen" eru nýggju løg, sum Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Pauli Ellefsen hava skriva í hvør sínum lagi, og hóast talan er um ljóðføristónleik, eru flestu løgini politiskar ella mentannarligar viðmerkingar til støðuna í Føroyum. 
    Tónleikarar í GØ eru: 
    Ólavur Eyðunsson Gaard, elektriskan og akkustiskan guitar, syntheziser og røddir 
    Kristian Pauli Ellefsen, klaver og syntheziser 
    Árni Jóhannesson, bass 
    Hjørtur Pætursson Háberg, trummir og slagverk 
    Sjúrður Zachariassen, alt og tenor saxofon 
    Ólavur Eyðunsson Gaard og Per Ingvald Højgaard Petersen hava framleitt løgini, sum Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað.  
    Matt Colton hevur mastera / frumbandað "Ævir, amen". 
     
    Skotsmál:
    52 min
  • Kvørnin: "Livandi", Døgg Nónsgjógv
    Á plátuni "Livandi" eru 11 sangir á føroyskum máli, sum Døgg Nónsgjógv og Høgni Lisberg hava skrivað í felag. 
    Høgni Lisberg hevur lagt tónleikin til rættis, tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumblandað sangirnar í Studio við Gøtugjógv. 
    Tey, sum eru við á plátuni, eru: 
    Døgg Nónsgjógv, sang.
    Høgni Lisberg, trummir, slagljóðføri, bass, elektriskan og akkustiskan guitar, klaver, synthesizer og harmonium.
    Jan Rúni Poulsen, akkustiskan guitar, synthesizer, modular synth, trummir, slagljóðføri og vibraphone. 
    Johan Hentze, trompet og flugelhorn.
    Í tíðindaskrivið sigur Døgg, at útgávan, ið er ogna mammu hennara, er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum – vegurin fram til kærleikan.
     
    Skotsmál:
    8/10 stjørnum: Regin Toftegaard
    7/10 stjørnum: Ári Rouch
     
    Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    52 min
  • Kvørnin: "Overnight Sensation", Jón Eliassen
    Á EP'ini "Overnight Sensation" eru 4 sangir á enskum máli, sum Jón Eliassen úr Leirvík hevur skrivað, útsett, spælt inn, tikið upp, framleitt og ljóðblandað.
    Í tíðindaskrivi verður sagt, at tónleikaslagið á útgávuni er fyri tað mesta pop tónleikur, við íblástri frá synth-pop, city-pop, electronica og jazz tónleiki. 
    Tekstirnir snúgva seg um einsemi, at trúgva upp seg sjálvan og at flýggja frá veruleikanum. 
    Páll Oddur Rubbeksen og Birgar Larsen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    52 min
  • Kvørnin: "Unicorn", Ester Skála
    "Unicorn" er fyrsta LP útgávan við Ester Skála.  
    Ester hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt tey sjey løgini á útgávuni, sum Kristoffur Mørkøre hevur tikið upp, framleitt og ljóðblandað. 
    Í tíðindaskrivi verður boða frá, at innihaldið á plátuni er “søtt og pink”, og snýr seg um kenslur og lívsins viðurskifti, alt frá kærleika til hjartasorg, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi. 
    Plátufelagið Tutl hevur givið "Unicorn" út á LP plátu og á stroymitænastum. 
     
    Skotsmál:
    9/10 stjørnum: Regin Toftegaard
    7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen
     
    Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    49 min
  • Kvørnin: "Spegil", Simona Paula
    "Spegil" er fyrsta heildarútgávan við 27 ára gomlu Simonu Paulu á Fríðriksmørk, sum í tónleikahøpi nevnir seg Simona Paula. 
    Á plátuni eru 9 sangir á føroyskum máli. Simona Paula hevur sjálv skriva tekstirnar og gjørt øll løgini á útgávuni, sum Harald Fonnsdal hevur lagt til rættis, tikið upp, framleitt og ljóðblandað.
    Tónleikarar á útgávuni eru: 
    Simona Paula á Fríðriksmørk. sang og guitar.
    Harald Fonsdal Johannesen, klaver, bass og trummir. 
    Ari Johannesen, guitar.
    Dania O Tausen, sang og kór.
    Maria Ljósá, kór.
    Andreas Tykjær Restorff. strúkarar.
    Plátufelagið Tutl hevur givið "Spegil" út á LP plátu, fløgu og á stroymitænastum. 
     
    Skotsmál:
    6/10 stjørnum: Holgar Johannesen
    6/10 stjørnum: Regin Toftegaard
    51 min
  • Kvørnin: "Tá hvørt ljós líkist tær", Benjamin Rajani
    "Tá hvørt ljós líkist tær" er fyrsta heildarútgávan við Benjamin Rajani. Hann hevur gjørt løgini og skriva tekstirnar til teir 12 sangirnar á føroyskum málið, sum eru eru á plátuni, ið er framleidd, tikin upp og ljóðblandað av Esben Svane, í The Arrangement í Keypmannahavn. 
    Tónleikarar á útgávuni eru: 
    Benjamin Rajani hevur akustiskan gittar og dobro 
    Esben Svane: gittar, banjo, bass, trummur, slagverk, ljómborð, autoharpa, melodika, klokkuspæl og mellotron 
    Birita Dam: Sangur 
    Asbjørn Larsen Kamban: Trompet, eufonium, flugelhorn og trombon 
    Maria Martine Jagd: Violin og bratsj 
    Ida Nørby: Sello 
    Linnéa Villén: Tvørfloyta
     
    Skotsmál:
    10/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen
    8/10 stjørnum. Regin Toftegaard
    53 min
  • Kvørnin: "Nú æt eg eftir ánni", Silvurdrongur
    "Nú æt eg eftir ánni" er heiti á aðru heildarútgávuni við Silvurdrongi, hvørs kristna navn er Trygvi Danielsen.  
    Á plátuni eru 13 skeringar á føroyskum máli. Trygvi hevur skrivað allar tekstirnar og gjørt løgini saman við Eyðfinn B. Lamhauge, sum eisini hevur framleitt útgávuna við Trygva Danielsen sum co-framleiðara. 
    Plátan er ein ferð eftir ánni í plantasjuni við øllum merkiliga skapningunum, sum halda til har. Tónleikurin er fjølbroyttur og samantvinnar sjangrur í samansetingar, sum eru heilt serskiltar og egnar. 
    Skotsmál:
    9/10 stjørnum: Ári Rouch
    9/10 stjørnum: Birgar Larsen
    53 min
  • Kvørnin: “it”s been a while”, Jazzygold
    'it's Been a While' er heiti á fyrstu EP’ini við Jazzygold, ið er listanavnið hjá Jasmin Mote úr Vestmanna.
    Á plátuni eru 6 sangir á enskum máli, sum Jasmin Mote hevur skrivað og framleitt saman við Daniel Hedberg úr Svøríki, ið eisini hevur ljóðblandað og mastera útgávuna.
    Í tíðindaskrivi verður sagt, at 'it's been a while' er eitt savn við seks løgum, ið taka lurtaran við á eina inniliga ferð gjøgnum tema um samleika, mótstøðuføri og sjálvuppdagan.
    Útgávan fangar kjarnuna í søguni hjá jazzygold í ráum, inniligum tekstum og stemningsfullum ljóðmyndum. Frá sárbærum løtum til kraftmikla umfevnan av sjálvsvirði, avdúkar hvørt lag ein nýggjan kapittul í menningini hjá Jazzygold."
     
    Skotsmál:
    8/10 stjørnum: Malan Eyðunsdóttir
    7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen
    Eyðfinn Jensen leggur til rættis
    52 min
  • Kvørnin: "Seinferð", Lea Kampmann
    Átta sangir eru á plátuni "Seinferð", sum er skriva, tikin upp og framleidd í samstarvi við Teit Lassen í gamla studentaskúlanum í Hoydølum.
    Tónleikarar á útgávuni eru: 
    Lea Kampmann, sang og guitar) 
    Teitur Lassen, piano, synth, lap steel guitar, ásláttur og ljóðrúmd
    Aske Frydenlund–Vad, guitar 
    Torleik Mortensen, bass 
    Daniel Rye, clarinet og bass clarinet
    Mette Termansen, obo
    Kern Westerberg, strúkarar
    Thea Jørgensen, strúkarar
    Martyna Kulpinska, strúkarar
    Lone Meinich, bratsch
    Skotsmál:
    10/10: Birgar Larsen
    9/10: Malan Eyðunsdóttir
    Eyðfinn Jensen er vertur.
    50 min

About Kvørnin

From the publisher's feed

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

More shows like Kvørnin

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Jazzofonin by Kringvarp Føroya

Jazzofonin

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Góðan morgun Føroyar by Kringvarp Føroya

Góðan morgun Føroyar

3 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners