Kvørnin

Kvørnin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Kvørnin episodes

  • Kvørnin: "Tankameldur og blús søgur úr anti-hetju knokki"
    Skull-Sized Kingdom er heitið á aðru heildarútgávuni við Lyon Hansen.
    Ellivu sangir, sjey á enskum og fýra á føroyskum máli, eru á útgávuni, sum er tikin upp í Finnur Hansen studio í Havn.
    Lyon Hansen hevur skriva bæði orð og løg, og hevur eisini sjálvur staðið fyri framleiðslu og ljóðblanding. Tónleikin hevur hann lagt til rættis í felag við Kristian Paula Ellefsen og Karl Andrias Stóra.
    Tónleikarar á útgávuni eru:
    Lyon Hansen, sang og guitar
    Kristian Pauli Ellefsen, klaver
    Karl Andrias Stórá, bass
    Hjørtur P. Háberg, trummur
    Guðrið Hansdóttir, kór
    Skotsmál:
    7/10 stjørnum: Ári Rouch
    7/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen
    53 min
  • Kvørnin: "Nætur níggju", Hamradun
    "Tann føroyski mentannararvurin í tungmálmshami" og "Hamrandi djúpt dun" eru yvirskriftirnar hjá ummælarunum.
    Á "Nætur níggju" eru níggju sangir, vísur og kvæði á føroyskum máli umframt ein donsk fólkavísa. Upptøkurnar eru gjørdar live í Bloch studio, og síðani eru uppfylgjandi upptøkur gjørdar í Finnur Hansen studio, í Enni Studio og í Debess studio.
    Uni Debess hevur framleitt útgávuna og ljóðblandað sangirnar í Debess studio á Tvøroyri, meðan Tony Lindgren hevur mastera útgávuna í Fascintaion Street Studio í Svøríki.
    Hamradun eru: Pól Arni Holm, sang og kór. Uni Debess, guitar og kór. John Åge Frost, guitar og kór. Heri Reynheim, bass. Finnur Hansen, Ljómborð, gittar, slagverk, harmoniku, floytu og kór. Rani Christiansen, trummur og slagverk.
    Malan Eyðunsdóttir og Birgar Larsen ummæla hesaferð í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    51 min
  • Kvørnin: Tónleikafestivalar í Føroyum
    Summarið er komið, og har við eisini háárstíðin fyri tónleikafestivalar og konsertdagar. Mongdin av afturvendandi, árligum tiltøkum er stór, og nýggj tiltøk leggjast afturat á hvørjum ári.
    Tað kann tykjast trupult at fáa eitt yvirlit yvir tey mongu tónleikatiltøkini, og tí fara vit í hesi sendingini at hyggja nærri eftir tónleikafestivalum og konsertdøgum, sum verða í Føroyum í summar.
    Prátað verður við: Kristian Blak, fyriskipara av Summartónum, ISCM World New Music Days og´Fólkatónleikarafestivalinum. Jóhan Petur á Stongum, stjóra í Countryfestivalinum. Høgna Lisberg, tónleikastjóra á G! festivalinum. Erik Biskupstøð, fyriskipara av Summarfestivalinum, og tónleikaummælara, Una Leitistein Hansen,.
    Eyðfinn Jensen leggur til rættis
    51 min
  • Kvørnin: "Meistarliga tulkaður sorgarleikur"
    Men Guðs hond er sterk, er heiti á 4. heildarútgávuni við bólkinum Hamferð.
    Átta løg við føroyskum tekstum eru á plátuni, sum er tikin upp og framleidd av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn og givin út kring heimin í samstarvi við Amerikanska plátufelagið Metal Blade Records.
    Løgini hava limirnir í bólkinum gjørt í felag, meðan Jón Aldará, forsangari í Hamferð, hevur skrivað flest allar tekstirnar.
    Tónleikarar í Hamferð eru: Jón Aldará, sang. Theodor Kapnas, guitar. Eyðun í Geil Hvannastein, guitar. Jenus í Trøðini, bass. Esmar Joensen, keyboard og Remi Kofoed Johannesen, trummur.
    53 min
  • Kvørnin: "State of the Land", Lena Anderssen
    "State of the Land" er. heitið á 6. solo-plátuni við Lenu Anderssen. Ellivu sangir eru á útgávuni, sum er tikin upp av Geoff Emerick sála í LAFX, í Norður Hollywood, USA, og í Studio 57 í Hoyvík, heima hjá Lenu og Niclas. Strúkararnir eru tiknir upp í FAME upptøkuhølunum í Makedónia.
    Elin Brimheim Heinesen og Malan Eyðunsdóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
    52 min
  • Kvørnin: "Tíð", Deiggj
    "Tíð" er heiti á aðru heildarútgávuni við tónleikabólkinum Deiggj, sum varð stovnaður í Suðuroy í 1981.
    9 sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp í Studio Bloch, í Bunkaranum, Bakkastudio og í Deiggj studio, sum er í venjingarhølinum hjá bólkinum í Havn.
    Framleitt og lagt til rættis hava limirnir í Deiggj saman við Benjamin Petersen og Vinjard Egilsnes Petersen, sum eisini hava staðið fyri flestu upptøkunum. Benjamin Petersen hevur ljóðblandað sangirnar og Daniel Bacigalupi hevur masterað plátuna.
    55 min
  • Kvørnin um FMA 2024
    Leygarkvøldið tann 9. mars verður føroyskur tónleikur fagnaður og heiðraður við bæði framførslum, innsløgum og virðislønum á Faroese Music Awards 2024, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum og víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF.
    Í hesi sending hoyra vit upptøkur frá tíðindafundinum umframt samrøður við Marionnu Winther Nagata samskipara av FMA, Dánjal á Neystabø formann í Tónleikasambandi Føroya, Gabriel Apetrey kassameistara hjá TSF og við limirnir í bólkinum Adrenaline, sum er tilnevndur í flokkinum Ársins spírið.
    Tónleikurin í sendingini er eisini á onkran hátt tilnevndur á FMA 2024.
    Eyðfinn Jensen hevur tikið upp og lagt sendingina til rættis.
    52 min
  • Kvørnin: Adrenaline, "Sig mær okkurt skeivt"
    Sjey sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum teir fýra limirnir í bólkinum hava skriva í felag við Hans Edward Andreasen, sum eisini hevur tikið upp, framleitt, ljóðblandað og masterað fløguna í Dávavirkinum í Klaksvík. 
    Tónleikarar í Adrenaline eru: Jónas Jacobsen, sang og guitar. Tórður Sóleyarson, sang og guitar. Niclas Elttør Høgnesen, bass og Høgni Sørensen, trummir. 
    Harumframt spælir Hans Edward Andreasen klaver og synthezeiser á útgávuni.
    Ingmar Mikkelsen og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
     
    Skotsmál:
    7/10 stjørnum: Ingmar Mikkelsen
    7/10 stjørnum: Birgar Larsen
    8/10 stjørnum: Eyðfinn Jensen
    53 min

About Kvørnin

From the publisher's feed

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

More shows like Kvørnin

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Jazzofonin by Kringvarp Føroya

Jazzofonin

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Góðan morgun Føroyar by Kringvarp Føroya

Góðan morgun Føroyar

3 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners