"Diplopia", ið merkir dupultsjón á latín, er heitið á aðru heildarútgávuni við Konni Kass. Plátan varð givin út 5 ár eftir nógv róstu debutútgávuna "Haphe", ið millum annað tryggjaði Konni Kass heiðurin sum ársins nýggja navn á FMA, og Mentannarvirðisløn landsins til ung listafólk, í 2017.
Á nýggju plátuni eru 11 sangir á enskum máli, ið Konni Kass hevur skriva. Upptøkurnar eru gjørdar í Studio Bloch, TAPF Studio, Moremax Studio, The Fold, Dartmouth Place, Eivør's Home Studio og í Støkumørk Innan Glyvur, har sangirnir eisini eru ljóðblandaðir av Jens L. Thomsen.
Tónleikarar á Diplopia eru:
Konni Kass, sang, saxofon og eyka keyboards
Torleik Mortensen, bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummur, ásláttur og forritan
Knút Háberg Eysturstein, tangentar
og Jens L. Thomsen, eyka keyboards og trummuforritan
Teir tríggir, Torleik, Per og Knút, hava spælt við Konni Kass, síðan hon á fyrsta sinni trein á føroyska tónleikapallin til tónleikakappingina Sement í 2015, og teir hava eisini lagt øll løgini til rættis saman við Konni Kass og framleiðaranum, Jens L. Thomsen. Harumframt hevur Sakaris Emil Joensen havt ein fingur við í spælinum á sanginum "Circles".