Kvørnin

Kvørnin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Kvørnin episodes

  • Kvørnin: "Not That Surprised", Jasmin
    Fýra sangir á enskum máli eru á EP'ini, "Not That Surprised", sum er tikin upp í heimastudionum hjá bólkinum og í Bloch Studio.
    Limirnir í Jasmin hava gjørt løgini í felag, meðan Jasmin Mote, Marianna Nagata og Tamara Meney hava skrivað tekstirnar.
    Bólkurin hevur eisini lagt tónleikin til rættis og staðið fyri framleiðsluni við Theodor Kapnas sum samframleiðara
    Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað sangirnar og Matt Colton masteraði EP'ina.
    Tónleikarar í Jasmin eru:
    Harald Fonsdal Johannesen, trummir
    Bergur Fonsdal Johannesen, bass
    Vinjard Egilsnes Petersen, tangentar
    Jasmin Mote, sang og kór
    56 min
  • Kvørnin: "Glotti", Land of Maybe
    "Glotti" er heiti á fyrstu heildarútgávuni við duoini Land Of Maybe, ið er mannað við Edith Dahl Jacobsen og Allan Tausen.
    8 sangir, 3 á føroyskum og 5 á enskum máli, eru á útgávuni, ið er tikin upp og ljóðblandað av Theodor Kapnas í Studio Bloch, og framleidd av Mikael Blak og Land Of Maybe.
    Allan Tausen og Edith Dahl Jacobsen hava gjørt flestu sangirnar í felag, men aðrir sangskrivarar eru eisini við í nøkrum førum.
    Tónleikarar á útgávuni eru:
    Edith Dahl Jakobsen: Sang
    Allan Tausen: Sang, kassa-, el- og baritone gittar
    Filip Zachariassen: Kassa- og el gittar
    Mikael Blak: El- og kontrabass
    Magnus Johannesen: Hammond, Rhodes, flygel og Minimoog
    Brandur Jacobsen: Trummur og slagverk
    Jákup Zachariassen: Steel gittar
    56 min
  • Kvørnin: "Myself Mispelled", Brimheim
    "Myself Mispelled" er heiti á debut útgávuni við Brimheim, ið er soloverkætlan hjá føroysku/donsku Helenu Rebensdorff Heinesen.
    Helena hevur skriva teir fimm sangirnar á EP'ini, sum Nis Bysted Andersen og Oliver Matthew Volz hava tikið upp og framleitt. Oliver Matthew Volz hevur eisini ljóðblandað sangirnar, meðan Emil Thomsen hevur mastera útgávuna.
    Tónleikarar á "Myself Mispelled" eru:
    Helena Heinesen Rebensdorff - sang, guitar, guitalele og klaver
    Mads Haahr Andersen D - bass
    Mads Riiskjær Jaurnow - trummir og guitar
    Line Mathilde Hansen - klaver og synth
    Søren Manscher - akkustiskan guitar
    54 min
  • Kvørnin: "Uncover the Truth", Katrin á Borg
    Katrin á Borg hevur skriva teir fimm sangirnar á enskum málið, ið eru á útgávuni, sum norski vinmaður hennara, Espen Tappel, hevur lagt til rættis, tikið upp og framleitt í Lia Studio í Grimstad og Tappeluft Studio í Oslo.
    Ruben Dalen hevur ljóðblandað, og Morgan Nicolaysen úr Propeller Mastering hevur mastera. 
    Tónleikarar á útgavuni eru: 
    Katrin á Borg: sang og kór 
    Jens Andreas Kleiven: kór 
    Torjus Vierli: tangentar, piano, rhodes, mellotron og synth 
    Espen Tappel: el guitar og akkustiskan guitar, synth, slagverk og forritan. 
    Ruben Fredheim Oma: bass 
    Ruben Dalen: Trummir, slagverk, og synth 
    Jonas Kilmork Vemøy: trompet
    55 min
  • Kvørnin fregnast
    Bólkurin Páll Finnur Páll, klintra í løtuni á hittlistum í Íslandi, Páll Oddur Rubbeksen greiður frá gongdini í okkara grannalandi fyri norðan.
    Jón Eliassen, tónleikafrøðingur og sangskrivari, er klárur við sínum debut solo- staklagið. Jón greiðir frá og frumframførur spildurnýggja sangin "You Got The Fire".
    Dania O. Tausen, kend frá bólkum sum Reality Bytes, VSJ og Sway, hevur givið trý stakløg út seinastu mánaðirnar. Dania er gestur í sendingini.
    Jasmin Mote, er aktuel við nýggjum staklagið, og fer við bólki sínum Jasmin í næstum á konsertferð í Føroyum. Ringt verður til Jasmin fyri at fregnast um ætlanirnar.
    Eyðfinn Jensen er vertur í Kvørnini.
    57 min
  • Kvørnin: "Segl", Eivør
    Tólv sangir, níggju á enskum og tríggir á føroyskum máli, eru á plátuni, ið er tikin upp í Studio Bloch, Sauna Recordings, The Space studios og í Bunkaranum.
    Eivør hevur skriva øll løgini, og hevur samstarva við fleiri aðrar sangskrivarar um bæði løg og tekstir. Marjun Kjælnes hevur skrivað teir tríggjar føroysku tekstirnar á Segl.
    Framleiðsluna hava Eivør Pálsdóttir og Tróndur Bogasson staðið fyri. Bretski framleiðarin Daniel Heath, hevur framleitt eitt lag og tvey í samstarvi við Eivør og Trónda. Høgni Lisberg hevur framleitt ásláttur og beats.
    Mike Cave úr LOFT í Liverpool hevur ljóðblandað og mastera útgávuna.
    Tónleikarar á Segl eru:
    Mikael Blak, Bass, synth og vocoder
    Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummir og beats
    Hallur Johnsson, beats
    Matthias Kapnas, piano og rhodes
    Fieke Van Den Hink, harmoniku
    og kvartettin Who Killed Bambi, strúkarar
    56 min
  • Kvørnin melur stakløg
    Stakløgini, ið verða ummæld, eru: 
    “My Friend” - Røkkvi feat. Guðrun Sólja 
    ”Saman Við Tær” - Anton Liljedahl
    “I Only Want You” - Kristel Lisberg
    56 min
  • Kvørnin: Raske Drenge
    Raske drenge er heiti á sjálvsnevndu debutútgávuni, sum føroyski Ragnar Finsson og belgiski Oscar Beerten góvu út tann 31. juli í ár.
    10 skeringar, 5 sangløg og 5 instrumental løg, eru á plátuni, sum er tikin upp í FH studio í Havn og í Vesturkirkjuni.
    Ragnar Finsson og Oscar Beerten hava í felag lagt tónleikin til rættis og framleitt útgávuna, ið Finnur Hansen hevur tikið upp, ljóðblandað og mastera.
    56 min
  • Kvørnin: Stongum og Guttesen
    Stongum og Guttesen er heiti á nýggju fløguni, sum vinmennirnir og systkinabørnini úr Sørvági, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum hava latið úr hondum.
    9 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum Kim Hansen og Terji Rasmussen hava framleitt í felag.
    Upptøkurnar vórðu gjørdar í Tanggaard studio hjá Terja Rasmussen í Nólsoy og í Bloch studio í Havn. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastera fløguna í Keypmannahavn.
    Manningin hjá Stongum og Guttesen er:
    Magnus á Stongum, sang
    Jóan Jakku Guttesen, sang og bass
    Kim Hansen, tangentar og kór
    Hjalti Joensen, elektriskan og akkustiskan guitar
    Brandur Jacobsen, trummir
    og Kaj Johannesen spælir slagverk
    Gestatónleikarar eru:
    Ólavur Olsen, trompet
    Hans Petur í Brekkunum, altsaxofon
    Angelika Hansen, violin og bratch
    Ívar Bærentsen, mandolin
    Ólavur Øster, elguitar
    Stanley Samuelsen, akkustiskan guitar
    Terji Rasmussen, slagverk
    og Hani Malunar, gól
    57 min
  • Kvørnin: Eivør greiðir frá útgávuni Segl
    "Segl" er nýggjunda heildarútgávan í røðini hjá Eivør, síðan hon sum 17 ára gomul gav út sína fyrstu soloplátu, Eivør Pálsdóttir.
    Eivør kann sostatt hátíðarhalda 20 ár sum útgevandi solistur í árinum 2020.
    Í hesum sambandi hevur Eyðfinn Jensen hitt Eivør Pálsdóttir til eitt prát um útgávuna "Segl".
    55 min

About Kvørnin

From the publisher's feed

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

More shows like Kvørnin

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Jazzofonin by Kringvarp Føroya

Jazzofonin

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Góðan morgun Føroyar by Kringvarp Føroya

Góðan morgun Føroyar

3 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners