Kvørnin

Kvørnin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Kvørnin episodes

  • Kvørnin: Stanley No 8
    No 8 er heiti á nýggjastu fløguni við 69 ára gamla)Stanley Samuelsen, ið er ættaður úr Fuglafirði, men seinastu 50 árini havt bústað í Danmark.
    12 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er tikin upp í Nora studio, heima hjá Stanley, í Birkerød, stutt norðanfyri Keypmannahavn.
    Upptøkurnar vóru gjørdar í árunum frá 2011 til 2019, og Stanley hevur sjálvur framleitt, ljóðblandað og mastera útgávuna.
    Talan er í stóran mun um eitt einmansavrik, tí Stanley Samuelsen spælir eisini nærum øll ljóðførini sjálvur. Einasti tónleikarin afturat Stanley, er vinur hansara Gert Smedegaard, sáli, sum spælir trummir á trimum løgum.
    Stanley hevur eisini sjálvur gjørt øll løgini og skriva fimm av teimum tólv tekstunum á fløguni. Janus Djurhuus eigur tríggjar, Hans Andrias Djurhuus, Regin Dahl, Obert Eliasen og Louis Zachariassen eiga hvør sín tekst.
    55 min
  • Kvørnin: "Starting Over", Páll Brim
    "Starting Over" er heitið á fyrstu solo útgávuni við Páll Brim, sum mong munnu kenna sum ukelele leikara og sangara í bólkinum Danny & The Veetos.
    Fimm sangir á enskum málið eru á EP’ini, sum Símun Dam hevur tikið upp, ljóðblandað og mastera í SimDam studio í Klaksvík.
    55 min
  • Kvørnin: "Hetjuslóð", Hamradun
    Á "Hetjuslóð" eru 9 skeringar, 6 nýskrivaðir føroyskir sangir, tvær danskar fólkavísur og eitt kvæði.
    Hamradun eru:
    Pól Arni Holm - sang
    John Áki Egholm - guitar og kór
    Heri Reynheim - bass
    Uni Debess - guitar og kór
    Finnur Hansen - tangentar, slagverk, fløjtur og kór
    Rani Christiansen - trummir
    Harumframt spælir Angelika Hansen violin á fleiri løgum, Tóri Restorff Jacobsen spælir cello, og Thomas Petur Askham, Martin Eidisgaard og Kristian Olsen kvøða.
    54 min
  • Kvørnin: "Runnin ár", Hallur
    "Runnin ár" er heitið á sjeyndu heildarútgávuni við Halli Joensen.
    Tólv sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum Jákup Zachariassen hevur framleitt. Jákup hevur eisini gjørt tey flestu løgini, tvey saman við Halli, eitt saman við Halli og Jessicu Joensen, og eitt lag saman við Pætur við Keldu. Harumframt eru tvey tøkuløg hjá Alan Taylor og Buck Owens við á útgávuni .
    Tekstirnar eiga Martin Joensen, Niclas Johannesen, Kemm Poulsen, Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen, Andrias Justesen og Jákup Zachariassen.
    54 min
  • Kvørnin: "Symphony of Storms", Reality Bytes
    Fimm nýskrivaði løg, fýra sangir og eitt millumspæl við upplestri, eru á plátuni "Symphony of Storms", sum er tikin upp í Studio Bloch og í Introvers Studio í Runavík, har framleiðarin, Hans Poulsen, eisini hevur ljóðblandað og mastrað løgini.
    Tey sum manna Reality Bytes eru: Dania Oddmarsdóttir Tausen, Ingmar Berg Mikkelsen, David Simonsen, Pauli Reinert Poulsen og Tórður Dam Jacobsen.
    55 min
  • Kvørnin: "Voodoo Pop", Son of Fortune
    Sjey sangir á enskum málið eru á plátuni "Voodoo Pop" við Son Of Fortune, ið er listanavnið hjá Benjamin Petersen.
    Plátan er tikin upp, framleidd og ljóðblandað av Grammy vinnandi toyminum Mike Fahey og Vance Powell í Sputnik Sound upptøkuhølunum í Nashville, TN.
    55 min
  • Kvørnin: "The MZA EP", Marius DC
    Seks skeringar á enskum máli eru á EP'ini, ið er givin út talgilt, á fløgu og á vinyl plátu.
    Marius DC - Marius Dam Christophersen - hevur sjálvur skrivað allar tekstirnar. Løgini og beat'ini hevur hann gjørt saman við Per Ingvald Højgaard Petersen, ið eisini hevur framleitt plátuna, og saman við sínum DJ og samstarvsfelagað Jónas Langgaard.
    The MZA EP er tikin upp og ljóðblandað av Theodor Kapnas í studio Bloch. George Nerantzis hevur staðið fyri mastering.
    55 min
  • Kvørnin: "Ókendar leiðir", Rani Nolsøe
    "Ókendar leiðir" er heitið á fyrstu soloútgávuni við Rana Nolsøe. Tíggju sangir á føroyskum máli eru á fløguni, ið er tikin upp yvir eitt trý ára tíðarskeið í ymiskum upptøkuhølum í Føroyum, m.a. Studio Bloch, Studio Mike, Introvers Studio og Stíggja Studio.
    Útgávan er ein samanseting av eldri og nýskrivaðum sangum, umframt stakløgum, sum Rani hevur givið út seinastu trý árini.
    54 min
  • Kvørnin: "Mark The Messenger"
    Fimm skeringar, 4 sangir á enskum máli, umframt eitt preludium, eru á talgildu debut EP'ini "Mark The Messenger".
    Tónleikurin er tikin upp í Sundlaugin Studio í Íslandi, ið er upptøkuhølið hjá heimskenda bólkinum Sigur Rós.
    Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at "Mark the Messenger" er ein EP, ið best kann lýsast sum ein alternativ og funkutt tulking av nýmótans popptónleiki.
    Tónleikarar í Mark The Messenger eru:
    55 min

About Kvørnin

From the publisher's feed

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

More shows like Kvørnin

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Jazzofonin by Kringvarp Føroya

Jazzofonin

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Góðan morgun Føroyar by Kringvarp Føroya

Góðan morgun Føroyar

3 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners