Kvørnin

Kvørnin

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Kvørnin episodes

  • Kvørnin: "1902", KATA
    1902 er heitið á aðru útgávuni við sangbólkinum KATA. Á fløguni eru 11 siðbundin føroysk løg, skjaldur, vísur, kingosálmur og kvæði sum Unn Patursson hevur sett út til ræddir og framleitt saman við KATA.
    Sangarar í Kata eru: Eyð Steinbjørnsdóttir Jacobsen, Birita Adela Davidsen, Arnfríð Lútzen, Guðrið Hansdóttir og Unn Patursson
    Gestasangarar á útgávuni eru: Niclas Thorsteinsson, Heiðrik á Heygum og Rógvi á Rógvu.
    Gomlu løgini eru ílatin ein nútímans ham við væl balanseraðum ljóðeffektum og áslátri viðhvørt.
    Tónleikarar eru: Rógvi á Rógvu spælir ásláttur og trummir. Lasse Jæger spælir ymisk elektronisk ljóðføri og Unn Patursson spælir orgul í Hoyvíkar kirkju.
    Sang upptøkurnar vórðu gjørdar live í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas. Janus Rasmussen hevur ljóðblandað sangirnar í E7 Studios í Reykjavík, meðan
    Zino Mikorey, í Berlin hevur mastera fløguna.
    53 min
  • Kvørnin: "Eftir Klaksvíksvegnum" við Steintór Rasmussen
    Eftir Klaksvíksvegnum er heitið á nýggjari heildarútgávu, sum Steintór Rasmussen hevur latið úr hondum.
    Steintór hevur gjørt bæði orð og løg til teir tólv føroysku sangirnar á útgávuni, sum er tikin upp í Mike Studio og EB studio í Klaksvík, Tanggard Studio í Nólsoy og Studio Bloch í Tórshavn.
    Talan er um eina rúgvismikla og fjøllbroytta verkætlan við luttøku av tjúgu ymiskum tónleikarum, kórinum Tarira, umframt tólv gestasangarum.
    Kim Hansen hevur lagt tónleikin til rættis og framleitt flestu sangirnar, meðan Mikkjal Hvannastein hevur framleitt tveir. Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað útgávuna í Fix'n Mix studio í Keypmannahavn.
    51 min
  • Kvørnin: "Diplopia" við Konni Kass
    "Diplopia", ið merkir dupultsjón á latín, er heitið á aðru heildarútgávuni við Konni Kass. Plátan varð givin út 5 ár eftir nógv róstu debutútgávuna "Haphe", ið millum annað tryggjaði Konni Kass heiðurin sum ársins nýggja navn á FMA, og Mentannarvirðisløn landsins til ung listafólk, í 2017.
    Á nýggju plátuni eru 11 sangir á enskum máli, ið Konni Kass hevur skriva. Upptøkurnar eru gjørdar í Studio Bloch, TAPF Studio, Moremax Studio, The Fold, Dartmouth Place, Eivør's Home Studio og í Støkumørk Innan Glyvur, har sangirnir eisini eru ljóðblandaðir av Jens L. Thomsen.
    Tónleikarar á Diplopia eru:
    Konni Kass, sang, saxofon og eyka keyboards
    Torleik Mortensen, bass
    Per Ingvaldur Højgaard Petersen, trummur, ásláttur og forritan
    Knút Háberg Eysturstein, tangentar
    og Jens L. Thomsen, eyka keyboards og trummuforritan
    Teir tríggir, Torleik, Per og Knút, hava spælt við Konni Kass, síðan hon á fyrsta sinni trein á føroyska tónleikapallin til tónleikakappingina Sement í 2015, og teir hava eisini lagt øll løgini til rættis saman við Konni Kass og framleiðaranum, Jens L. Thomsen. Harumframt hevur Sakaris Emil Joensen havt ein fingur við í spælinum á sanginum "Circles".
    53 min
  • Kvørnin: "Stationary Things", Fróði Bjarnason
    Stationary Things er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Fróða Bjarnason, sum gjørdist kendur í Føroyum, tá hann vann tónleikakappingina Sement í 2018. 
    8 sangir á enskum máli eru á debut útgávuni, og Fróði Bjarnason eigur sjálvur bæði orð og løg. 
    Tónleikin hevur hann lagt til rættis saman við bólki sínum og saman við framleiðaranum Finni Hansen, sum eisini hevur tikið upp og ljóðblandað sangirnar. 
    Masteringina hevur Óli Poulsen staðið fyri. 
      
    Tónleikarar á útgávuni eru: 
    Fróði Bjarnason: Kassagittar og Sang 
    Tórður Dam Jacobsen: Trummur og Slagverk 
    Árni Jóhannesson: Bass og Kór 
    Robert Bjarnason: El gittar 
    Rasmus Vigant Samuelsen: Flygil, Hammond, Synth, Wurlitzer, Klokkuspæl og kór 
    Finnur Hansen: Synth, Wurlitzer, Slagverk, Mandolin og Kór 
    Jón Festirstein: spælir Violin og Bratsj 
    og Tóri Restorff Jacobsen: Sello
    52 min
  • Kvørnin: "World Out There", Beinir
    Beinir Troest Rasmussen hevur gjørt teir seks sangirnar á enskum málið, sum eru á útgávuni. Ein er skrivaður saman við Esben Svane og ein saman við Esben Svane og Bárði Petersen.
    EP'in er tikin upp í Føroyum og í Danmark, undir framleiðslu av Esben Svane, og givin út av danska plátufelagnum The Bank.
    53 min
  • Kvørnin: "Cazador De Ostras", Teitur
    Cazador de Ostras er heitið á 8. heildarútgávuni við Teiti. 12 sangir á enskum og føroyskum málið eru á útgávuni, ið er tikin upp av Feco Escofet í Mawi, Buenos Aires, Argentina.
    Teitur hevur framleitt, skriva og lagt til rættis teir tólv sangirnar á útgávuni. Tekstirnar hevur hann skriva allar, meðan tvey løg eru gjørd saman við Pam Sheyne. Aron Friedman, Jeff Cohen, Jesse Valenzuela og Judith Holofernes eiga eisini ein leiklut í hvør sínum lagi.
    Teitur spælir nógv ymisk ljóðførið á útgávuni, so sum akkustiskan og elektriskan guitar, bass, piano, rhodes, trummumaskinu, samplara og synthesisarar. Afturat sær hevur hann argentinskar tónleikarar, sum Axel Krygier and Lucio Mantel hava fingið til vega.
    55 min
  • Kvørnin: "Einangran"
    "Einangran" er heiti á debut EP'ini og nýggju duoini, ið Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum, hava gjørt í felag.
    Heiðrikur og Lea hava eisini í felag gjørt teir fýra føroysku sangirnar, ið eru á útgávuni, sum er tikin upp, framleidd, ljóðblandað og mastera av Janusi Rasmussen og Sakaris Emil Joensen í Reykjavík.
    55 min

About Kvørnin

From the publisher's feed

Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.

More shows like Kvørnin

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Jazzofonin by Kringvarp Føroya

Jazzofonin

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Góðan morgun Føroyar by Kringvarp Føroya

Góðan morgun Føroyar

3 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners