Á plátuni "Livandi" eru 11 sangir á føroyskum máli, sum Døgg Nónsgjógv og Høgni Lisberg hava skrivað í felag.
Høgni Lisberg hevur lagt tónleikin til rættis, tikið upp, framleitt, ljóðblandað og frumblandað sangirnar í Studio við Gøtugjógv.
Tey, sum eru við á plátuni, eru:
Døgg Nónsgjógv, sang.
Høgni Lisberg, trummir, slagljóðføri, bass, elektriskan og akkustiskan guitar, klaver, synthesizer og harmonium.
Jan Rúni Poulsen, akkustiskan guitar, synthesizer, modular synth, trummir, slagljóðføri og vibraphone.
Johan Hentze, trompet og flugelhorn.
Í tíðindaskrivið sigur Døgg, at útgávan, ið er ogna mammu hennara, er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum – vegurin fram til kærleikan.
Skotsmál:
8/10 stjørnum: Regin Toftegaard
7/10 stjørnum: Ári Rouch
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.